Ítróttur

Soleiðis verða finalurnar skipaðar

...

2019-03-20 19:22 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í kvøld verða fyrru hálvfinalurnar í Okkara-deildini, tá VÍF fær vitjan av H71. Hóskvøldið hittast Kyndil og Neistin í hinari hálvfinaluni. Seinnu hálvfinalurnar eru sunnudagin.

Í hálvfinalunum skal vinnari finnast í hvørjum dysti.Er javnleikur eftir vanliga leiktíð, skal dysturin avgerðast við longdari leiktíð á tvær ferðir fimm minuttir. Er vinnari ikki funnin tá, skulu liðini út í brotskastkapping, har tey skjóta fimm brotskøst hvør. Stendur framvegis á jøvnum, skal brotskast skjótast, til dysturin er avgjørdur.

Vinna hálvfinaluliðini hvør sín dyst, skal ein triðja hálvfinala spælast mikudagin 27. mars.

Tapandi liðini í hálvfinalunum skulu dystast um triðja plássið. Liðið, sum endar ovari í landskappingini eftir trý umfør hevur heimavøll.

Finaludystirnir
Liðini, sum vinna seg í finaluumførini, skulu spæla best av fimm finalum. Sostatt skulu tríggjar vinnast fyri at vinna FM.

Liðið, sum endaði ovari í landskappingini eftir trý umfør, velur hvar fyrsti dystur skal leikast og hevur rætt til heimavøll í møguligum fimta dysti.

LeiksskráinMikudagin 20. mars
Kl. 20.00 hálvfinala 1: VÍF ??? H71

Hósdagin 21. mars
Kl. 20.00 hálvfinala 1: Kyndil ??? Neistin

Sunnudagin 24. marsKl. 16.00 hálvfinala 2: H71 ??? VÍF
Kl. 18.00 hálvfinala 2: Neistin ??? Kyndil

Mikudagin 27. marsMøguligar triðju hálvfinalur

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder