Hagstovan.fo: Triðja ársfjórðing í 2020 vaks umsetningurin fyri ???matvørur og alkoholfríar drykkjuvørur??? og ???húsbúnað og húsarhaldsútgerð??? umleið 15% samanborið við sama ársfjórðing í 2019. Umsetningurin fyri ???klædnavørur og fótbúnað??? vaks 6%.
Føroysku húsarhaldini hava keypt munandi meiri av vanligum gerandisvørum í øðrum og triðja ársfjórðingi í fjør, samanborið við somu ársfjórðingarnar í 2019. Tekin eru harvið um, at nýtslumøguleikin og keypihugurin ikki hava latið seg ávirka neiliga í tíðini við koronu - heldur hinvegin hava handlar innan smásølu havt úr at gera.
Fyri vørubólkin ???mat og alkoholfríar drykkjuvørur??? hevur vøksturin í umsetningi verið óvanliga stórur tríggjar teir fyrstu ársfjórðingarnar í fjør, samanborið við somu ársfjórðingar árið fyri. Prísir á mati og alkoholfríum drykkjuvørum eru í miðal øktir 1,6% frá 3. ársfjórðingi í 2019 til 3. ársfjórðing í fjør. Verður hædd tikin fyri hesum, er mongdin av seldum mati og drykkjuvørum økt 14%.
Samanborin við ???mat og drykkjuvørur???, hevur vøksturin í sølu av ???klædnavørum og fótbúnaði??? ikki verið eins stórur í tíðini við koronu. Fyri hendan vørubólkin var umsetningurin í 3. ársfjórðingi í fjør góð 6% størri í mun 3. ársfjórðing í 2019. Prísurin á ???klæðum og fótbúnaði??? vaks 5% frá 3. ársfjórðingi í 2019 til 3. ársfjórðing í fjør. Um hædd verður tikin fyri hesum prísvøkstri, var mongdin av seldum ???klæðum og fótbúnaði??? nærum tann sama í árligu samanberingini.
Fyri vørubólkin ???húsbúnað og húsarhaldsútgerð??? var umsetningurin í 3. ársfjórðingi í fjør so nóg sum 15% størri í mun til 3. ársfjórðing í 2019. Allur hesin vøksturin stendst av vøkstri í seldum mongdum, tí prísurin á hesum vørum var mest sum óbroyttur hetta tíðarskeiðið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald