Ítróttur

Søkt verður eftir høvuðsungdómsvenjara

...

2018-01-22 23:01 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

07 Vestur sóknast eftir einum dugnaligum høvuðs-ungdómsvenjara at byrja skjótast tilber.

07 Vestur er eitt fótbóltsfelag heimahoyrandi í Vágum við íðkandi úr Vágum, Vestmanna og Kvívík.

Felagið er í støðugari menning og seinnu árini er felagið nógv vaksið. Luttakaratalið hjá felagnum er uml. 27 til 30 tilmeldað lið hjá FSF. Tað er út við 340 luttakarar, ið spæla umleið 400 dystir um árið.

Vit bjóða

Fyri rætta fólkið er talan um eitt starv við spennandi avbjóðingum, sum gevur góðar møguleikar at mennast persónliga og fakliga. Sum høvuðs-ungdómsvenjari kemur tú at seta títt fingramerki á framtíðina hjá felagnum.

Arbeiðsøki:

Starvið sum høvuðs-ungdómsvenjari fevnir í høvuðsheitum um, saman við ungdómsnevndini og øðrum ungdómsvenjarum, at skipa og leggja til rættis ungdómsarbeiðið í felagnum. Sum høvuðs-ungdómsvenjari fær tú ábyrgdina av at menna okkara ungu leikarar til framtíðar avbjóðingar á leikvøllum.

Arbeiðið fevnir m.a. um at:

  • vegleiða ungdómsvenjarar,

  • tryggja, at venjingin er á hóskandi støði og í tráð við læruætlanina,

  • eygleiða dystir, undir hesum at eygleiða og vegleiða venjarar og leikarar,

  • skipa fyri venjarafundum og luttaka á foreldrafundum,

  • hjálpa venjararum at leggja ársætlan,

  • standa fyri at savna saman lærutilfar,

  • hjálpa til við samskifti við foreldur, og

  • eggja venjarum til framhaldandi menning.

Førleikakrøv:

  • Galdandi B-venjaraprógv

  • Koyrikort

Dentur verður lagdur á, at tú hevur minst 4 ára royndir innan venjarayrki.

Sum høvuðs-ungdómsvenjari í 07Vestur er umráðandi, at tú er ágrýtin og samstarvssinnaður. Harumframt skal tú vera arbeiðssamur og megna at skipa títt egna arbeiði.

Tú skal dáma at arbeiða sjálvstøðugt, vera fyrikomandi og ein arbeiðsglaður viðleikari, ið gevur eitt jaligt íkast til felagið.

Setanar- og lønarviðurskiftir

Talan er um eitt fastlønt fulltíðarstarv. Skrivstovan er í Sørvági og venjingarnar hjá ungdóminum verða skipaðar í Sørvági, Sandavági, Kvívík og Vestmanna.

Roknast skal við, at høvuðsungdómsvenjarin skipar fyri venjingum í øllum fýra bygdunum.

Meir at vita

Meir fæst at vita um starvið við at venda sær til formann felagsins, Jim Sonna Guttesen á telefon 228384

Umsókn

Umsókn við prógvum og lívsrensli skal vera felagnum í hendi í seinasta lagi 01.02.2018 og sendast til [email protected]

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder