Ítróttur

Søkjast kann aftur úr Róðrargrunni Føroya

...

2021-04-16 09:20 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Róðrargrunnur Føroya bjóðar aftur nú kappróðrarfeløgum at søkja um stuðul til at smíða kappróðrarbátar.

Í 2020 fekk grunnurin játtaðar 100.000 kr. á fíggjarlógini at útluta sum stuðul og hevði 30.000 kr. aftrat frá undanfarna ári at játta feløgum.

Fimm umsóknir vóru til tær tilsamans 130.000 kr., og allar vórðu gingnar á møti. Eitt felag fekk játtað 30.000 kr., og fýra fingu játtað 25.000 kr. hvørt.

Á fíggjarlógini fyri 2021 hevur løgtingið aftur játtað 100.000 kr. til kappróðrarbátasmíð, so tilsamans eru í ár 100.000 kr. at søkja um.

Freistin at søkja um stuðul úr grunninum er 25. apríl 2021. Treytin fyri at fáa stuðul er, at kjølurin er strektur 25. apríl 2022.

Umsóknir skulu vera í mesta lagi ein A4-síða til longdar. Í umsóknini skulu vera kostnaðarætlan, tíðarætlan og upplýsing um, hvør skal smíða bátin.

Umsóknirnar verða viðgjørdar í mai. Seks limir stjórna Róðrargrunni Føroya:

Jan Herman Hansen, formaður, ÍSF
Sigga Vang, næstforkvinna, Vinnuháskúlin
Flóvin Eidesgaard, kassameistari, Føroya landsstýri Jacob Eli Olsen, skrivari, Føroya Lærarafelag
Anna Rein, Kvinnufelagið
Uni Arge, Føroysk Miðlafólk

Róðrargrunnur Føroya

[email protected]

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder