Ítróttur

Søguligur dagur fyri Intersport Summar Cup

...

2018-02-02 21:00 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tíðindaskriv frá B36.

Søguligur dagur fyri Intersport Summar Cup!

Í dag er ein søguligur dagur fyri Intersport Summar Cup, tí fyri fyrstuferð, so hevur eitt útlendsk felag tekna seg til kappingina.
Talan er um U15 dreingir hjá norska felagnum Sportsklubben Haugar, ið kemur frá Haugesund. 20 dreingir frá SK Haugar koma til Føroyar í summar, har teir eisini fara leika nakrar vinardysti áðrenn Intersport Summar Cup 2018 er á skránni.
- Tá vit fóru undir at skipa fyri kappingini í 2014, so var eitt av langtíðar málinum, at vit skuldi kunna bjóða útlendskum feløgum hendan fegin, sigur Andrass Thomsen, høvuðsfyriskipari. Hann leggur aftrat, at hetta vónandi verður við til at gera kappingina enn meira áhugaverda hjá føroyskum feløgum.
SK Haugar er vónandi bert tað fyrsta av mongum útlendskum liðum, ið kemur at lutaka í Føroya størsta fótbóltstiltaki, Intersport Summar Cup.
Kappingin hjá U11, U13 og U15 verður í summar skipa yvir tveir dagar. Tá kappingin verður yvir tveir dagar verður møguleiki hjá liðinum at gista í einum skúla í Tórshavn.
- ??tlanin hevur altíð verið, at gisting skuldi gerast ein partur av tiltakinum, so hetta kann gerast eitt stórt fótbóltsvikuskiftið, sigur Andrass Thomsen.
Vit gleða okkum at bjóða øllum til eitt stórt fótbóltsvikuskiftið 7. og 8. juli 2018.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder