Ítróttur

Søby heldur fram í Neistanum

...

2018-02-27 18:38 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Neistin.fo skrivar: Neistin hevur longt sáttmálan við Rasmus og Stinu.
Rasmus Søby og Stina Madsen, bæði úr Jútlandi, halda fram at spæla við Neistanum komandi kappingarár.

Umframt at spæla hondbólt sjálvi, geva tey eisini av sínum royndum, sum ungdómsvenjarar.
Bæði Rasmus og Stina eru follin sera væl til í Neistanum og í Føroyum sum heild. Tað er eingin loyna, at bæði mans og kvinnuliðið hjá Neistanum er mannað við nógvum ungum leikarum og hevur tað tí riggað sera væl at fingið royndar leikarar, sum Rasmus og Stinu, inn í hópin.
Vit eru sera fegin um, at Rasmus og Stina hava valt at geva Neistanum av teirra royndum enn eitt ár og ynskja vit teimum góða eydnu.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder