Ítróttur

So tapti VÍF

...

2018-11-04 19:19 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Kyndil tók í dag ímóti VÍF í Okkara-deildini hjá monnum í hondbólti.

Tað var eisini oddaliðið úr Vestmanna ið byrjaði dystin betri, og longu eftir 5. min. var VÍF á odda 1-4. Men so vaknaði Kyndil við, og eftir 17. min. var støðan 11-6 til Kyndil. Hálvleiksstøðan var 16-11.

Í seinna hálvleiki gekk javnt á og eftir 51. min. var støðan 24-20. Kyndil vann dystin 32-24.

Bartal K. Olsen fekk 8 mál fyri Kyndil. Jón Muller fekk flest mál fyri VÍF, hann fekk 7 mál.

Kyndil er sostatt fyrsta liðið ið fær stig frá VÍF hetta kappingarárið. VÍF er frammvegis oddalið, men nú er Kyndil bert tað eina stigi aftanfyri VÍF. Kyndil hevur spælt ein dyst meira enn VÍF.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder