2021-01-16 23:50
Eyðfinn Magnussen skrivar:
SO RUNDAÐU VIT T??R 9.000 HARURNAR
Nú mangla einans 282 harur, so er metið frá 2014 tikið. Tað árið skutu teir 9.318 harur á 1.123 túrum kring landið, og er tað árið higartil, har flestar harur vórðu skotnar,
Á stabbamyndini niðanfyri sæst, hvussu nógv er skotið tey ymisku árini frá 2012.
METÁRIÐ 2014
Metið frá 2014 kann saktans vera tikið, tí enn mangla fleiri hagar at skráseta tølini. Serliga eru tað hagarnir sunnanfyri, í Sandoynni og Suðuroynni, sum mangla, men eisini hagar norðanfyri mangla at skráseta.
Á kortinum niðanfyri sæst hvussu nóg er skrásett í hvørjum einstøkum haga fram til 16. januar 2021. Niðara talið, í parantes, er talið av skrásettum túrum.
- Fyri teir "REYÐU hagarnar" er enn einki skrásett.
- Í teimum GULU, hava teir ikki skotið í 2020.
- Í teimum LJ??SARU GR??NU, hava teir skotið, men úrslitið er ikki alment
Eg fari tí enn einaferð at heita á harumenn, um at skráseta seinastu tølini, so eg kann fara undir at skriva tað endaligu frágreiðingina um Haruveiðan í Føroyum í 2020.
Tølini skulu skrásetast á heimasíðuni ???Haran.fo???.
- brúkaranavn: hs
- loyniorð: login
Eisini ber til at ringja til mín (Eyðfinn Magnussen ) á tel 26
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald