Ítróttur

So er tað í morgin at Frælsi skipar fyri #MÍTTVAKRASTA

...

2020-09-04 18:02 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

#MÍTTVAKRASTA er ein tykisrenning, har vit ganga og renna okkara yndistúr í nærumhvørvinum. ??ll kunnu vera við, tú rennur ella gongur tín yndistúr eftir førimuni og uttan mun til longd. Luttøkan er ókeypis, men til ber at lata stuðul til Krabbameinsfelagið. Seinasta ár lótu luttakararnir í #FVHM 66.000 kr, har av 10.000 kr til Beran. Luttøkugjøldini fyri FVHM verða flutt til FVHM2021, eisini ber til at fáa luttøkugjaldið fyri 2020 afturborið.


Tey fyrstu 650, ið skráseta seg, fáa medalju fyri luttøkuna. Vit gleða okkum at síggja og deila myndir, filmsbrot og viðmerkingar frá tykkara yndistúri í nærumhvørvinum. Brúki #míttvakrasta og tagga Ítróttarfelgið Frælsi á tykkara sosialu miðlum.

Til ber at tekna seg á heimasíðuni www.frælsi.fo

Føroya vakrasta hálvmaraton verður aftur 4. september 2021, um alt gongur sum ætlað.

Vit vóna góða undirtøku og gleða okkum at síggja tykkara vakrastu.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder