Føroyameistararnir beint í eldin
Hjá
kvinnunum vann Fleyr dramatiska FM-finalu ímóti SÍ seinasta kappingarár. Helst
ein tann mest spennandi finala nakrantíð. FM-heitið skal Fleyr út at verja í
ár, og byrjanir verður ikki løtt. Eitt munandi styrkt Dráttur-lið bíðar á Giljanesi
sunnudagin. Dráttur vann FK-Cup og undirstrikaði, at tær ætla sær langt í ár.
Men longu
leygardagin verða tveir dystir. KÍF fer til Sørvágs við nýggjum venjara og
tveimum profilum úr Fleyr á liðnum. Landsliðsvenjarin Lars Engell er settur
venjari í KÍF, Anja S. Danielsen og Anna Sára Leivsdóttir Skaalum eru í ár komnar
úr Fleyr. Unga SÍ liðið vísti tó góðar dygdir í FK-Cup, og verða ikki lættar at
syfta í Sørvági. Á síðulinjuni stendur Rajko Petrovic, sum ár eftir ár megnar
at menna leikarar av hægsta kalibur.
Hin dysturin
leygardagin er ímillum Mjølnir og TB. Mjølnir er munandi styrkt frá í fjør.
Alina Adamenya er leikandi venjari. Hon spælir hevari og skal fóðra Sofíu
Purkús á kantinum og afturkomnu systrini Elisabeth á miðjuni og allar hinar sjálvandi.
At síggja til er Mjølnir ein av stóru avbjóðarunum í ár.
TB hevur
fingið Inge Marie Rasmussen heim aftur úr Fleyr og er hon saman við Rannvá Berg
í Heiðunum royndasti leikari á liðinum, sum annars er mannað nøkrum av evnaríkastu
ungu leikarar í landinum. Venjarin Mirko Ristovic dugir væl at seta við og fáa
burturúr.
1. Leikumfar í
Meistaradeldini hjá kvinnum:

Føroyameistararnir á heimavølli
Mjølnir
hevði eitt framúr gott kappingarár 2018/19. Teir vunnu greipuna og løgdu frá
byrjan sjógv ímillum seg og øll hini. Leikandi venjarin Phil Freere gjørdist
ársins leikari og áleypari, og saman við Steffani, Thorvaldi, Trygva og øllum
hinum í Mjølni var einki hjá hinum at gera. Liðið er tað sama og enntá styrkt
við Mikheil Hoyte, sum spælir á miðjuni og sær sera sterkur út.
??ll hini liðini mugu bara býta tenninar fast saman og gera
tað, sum tey ikki megnaðu í fjør. SÍ fær fyrsta møguleikan í Klaksvík
sunnudagin. Liðið er tað kenda frá í fjør. Mannað við evnaríkastu ungu
leikarunum í Føroyum og mesta vinnandi venjaranum á síðulinjuni. Tað er altíð
nakað!
ÍF og Fleyr spæla fyrsta dystin í Meistaradeildini, tá ið
tey hittast á Kambsdali leygardagin. Fleyr hevði eitt gott kappingarár í fjør
og lógu og togaðust upp ímóti Mjølni. Teir vunnu FK-Cup síðsta vikuskifti.
Hjá ÍF var tað meira so sum so, og venjarin Boban Ilic skal
helst brúka eina løtu at spæla nýggja og unga liðið rættiliga saman. Vit kunnu
vænta okkum ein spennandi og javna dyst, og ofta enda dystir millum ÍF og Fleyr
við 3-2 annan vegin.
1. umfar í
Meistaradeildini hjá monnum:
|
Nr. |
Deild |
Dagur |
Dagf. |
Lið |
- |
Lið |
Staður |
Kl. |
|
101 |
MM |
Ley |
09.11.19 |
ÍF |
- |
Fleyr |
Kambsdalur |
14.00 |
|
102 |
MM |
Ley |
09.11.19 |
Mjølnir |
- |
SÍ |
Badmintonhøllin |
18.30 |
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald