Vinna

Smáligur fiskiskapur hjá rækjuskipunum

...

2016-06-29 13:40 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Vit hava frætt frá Arctic Viking, sum fiskar rækjur eystur úr Svalbard, har eru eisini Akraberg og Havborg.

Fiskiskapurin hevur teir seinastu dagarnar verið smáligur, tað eru eisini smáar rækjur skipini fáa, teir siga, at eini 15 rækjuskip eru á leiðini nú - Havborg hevur næstan fulla last, men Akraberg og Arctic Viking er fyri stutt síðan byrjaðir nýggjan túr.

Nógvir krabbabátar - eini 25 í tali - eru um somu leið. Rúsurnar, sum krabbabátarnir seta, eru til stóran ampa fyri rækjutrolararnar, krabbabátarnir koma allastaðni frá, nógvir russiskir og eisini úr Korea.

Frá Arctic Viking verður sagt, at í gjár fór ein stórur russiskur atom-ísbrótariframvið teimum í gjár, við kós á Norðpólin við ferðafólki, ísbrótarin kann bróta upptil 5-metrar tjúkkan ís, hann hevur uml. 50.000 hk.



Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder