Vinna

Smáligur fiskiskapur hjá gulllaksaskipunum

...

2014-07-01 16:10 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Polarhav og Stjørnan skulu landa í Klaksvík seinnapartin í dag. Teir lata illa at fiskiskapinum, tilsamans hava teir 140 tons, teir hava verið úti í eina viku.

Polarhav og Stjørnan byrjaðu fiskiskap sunnast í føroyskum sjógvi, men har var einki at fáa nú, teir fóru síðan at royna vestur úr Mykinesi, men fiskiskapurin hevur verið smáligur hendan túrin. 

Hini gulllaksaskipini eru eisini stødd vestur úr Mykinesi.

Gulllaksafiskiskapurin plagar at halda á til út í september, men nú er kvota á, hvussu nógv kann fiskast.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder