Vinna

Slættaberg kemur á Kollafjørð við 850 tonsum av makreli

...

2014-09-10 00:31 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Slættaberg fór í nátt at sigla inn av feltinum norðanfyri uml. 64N og 2V. Slættaberg hevur 850 tons av makreli.

Slættaberg hevur hendan túrin partrolað við Sjúrðaberg.

Slættaberg fer á Kollafjørð at landa makrelin, teir verða á Kollafirði um 22-tíðina í kvøld. Einki skip landar í løtuni á Kollafirði, so Slættaberg sleppir framat beinanvegin teir koma inn.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder