Vinna

Slættaberg fullfermdur av svartkjafti

...

2015-04-08 12:39 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Slættaberg, sum hevur verið á svartkjaftaveiðu sunnast í føroyskum sjógvi, kom í Norðhavnina tíðliga í morgun, Slættaberg er fullfermdur av svartkjafti - uml. 1.400 tons, sum teir skulu landa til Havsbrún í Fuglafirði. Slættaberg sleppir ikki framat at landa til Havsbrún fyrrenn seint hósdagin.

Nógv skip eru í føroyskum sjógvi í løtuni, har eru: Fagraberg, Tummas T. og Tróndur í Gøtu, íslendsku skipini Børkur og Beitir umframt 13 russisk svartkjaftaskip.

Tað hevur verið nógv at sæð, men svartkjafturin, sum er í føroyskum sjógvi er smáur.

Norðborg og Næraberg eru í ES-sjógvi, einar 50 fj. suður úr føroyska markinum, har fáa teir heldur størri svartkjaft.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder