Klárar tú at skríggja í hálvan annan tíma? Vilt tú mála títt oyra grønt ella gera eina skurðmynd av gjøgnumtugdum keksum? Norðurlandahúsið bjóðar børnum og barnsligum sálum til listaspæl vikuskiftið 19.-21. februar.
Ikki gerast bilsin, um eitt barn kemur gangandi við mammuni ella pápanum í bandi, ella um tú hoyrir ræðuskríggj úr einum króki, tá tú ert á vitjan í Norðurlandahúsinum í vikuskiftinum 19/2-21/2. Alt húsið verður nevniliga gjørt um til stórt listaspæl, har luttakararnir reika runt úr staði til stað fyri at royna tey ymsu listaspølini, og hetta fer ikki at ganga stillisliga fyri seg.
Við hvønn postin fáa luttakararnir vegleiðing og tilfar, og so er bara at koma í gongd við t.d. at mála oyrað grønt, skríggja sum eitt ørt ella gera ein skulptur burturúr tugdum keksum. Nøkur av verkunum eru ikki heilt ung og stava frá listafólkum sum Yoko Ono og Marina Abramovi??, meðan onnir eru nýggj og eru bíløgd til endamálið frá norðurlendskum listafólkuum, t.d. Goodiepal og Anna Berndtson.
Spælið, ið eitur Playing Up, leggur eisini upp til eina virkna listauppliving, og kunnu luttakararnir bjóða sær sjálvum og øðrum av.
Tað er Live Art Danmark, ið stendur handan Playing Up. Teir savna seg um at breiða list út til børn og ung og hevur spælið áður verið á Copenhagen Contemporary í Keypmannahavn.
Hentar upplýsingar:Tilmelding fer fram á nlh.fo. Tilmeldað verður í bólkum (2-6 persónar)Prísur: 100 kr. fyri hvønn bólkLongd: 2 tímar eru settir av til spælið
Aldursmark: Spælið er ætlað øllum yvir 4 ár. Børn undir 12 ár skulu melda til saman við einum vaksnum.
Trygd
Norðurlandahúsið tekur trygdina í stórsta álvara og fylgir tilmælunum frá myndugleikunum um frástøðu. Tí ber til hjá hvørjum bólki at halda 2 m frástøðu til hvønn annan.
Hjálagt: 2 x pressumyndir, ið eru tiknar á Copenhagen Contemporary 2019
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald