2016-09-18 09:23
Línuskipið Skørin kom á Runavíkina seint í gjárkvøldið, teir hava fiskað í íslendskum sjógvi.
Skørin hevur 140.000 pund - harav útvið helmingurin er toskur - tað mesta av toskinum hava teir fiskað teir seinastu dagarnar á Rósinbankanum og Hvalbiargrunninum, sum er beint hinumegin føroyska markið.
Skørin skal landað mánamorgunin, teir byrja at landa kl. 5.
Tað vóru 14 mans við Skørini hendan túrin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald