Vinna

Skipini hjá Faroe Origin fara á makrelveiðu

...

2014-07-23 15:47 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í gjár landaðu Lerkur og Rókur til Faroe Origin, teir høvdu tilsamans 230.000 pund, í dag landa Stelkur og Bakur, teir hava tilsamans 110.000 pund.

Virkið hjá Faroe Origin hevur feriu í víku 31 og 32 t.v.s. at seinasti arbeiðsdagur verður nú fríggjadagin. Skipini hjá Faroe Origin fara tað tíðina á makrelveiðu.

Hetta er feriu ætlanin vit hava fingið frá fiskavirkjunum fyri 2014.

Vaðhorn: feria í viku 31-32-33

Fiskavirkið: feria í viku 31-32-33

Faroe Oringin: feria í viku 31-32

Onnur virkir hava ikki ætlanir um at stongja í summar, men broytingar kunna koma fyri hjá virkjunum

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder