Ítróttur

Skeið fyri vaktarfólk til fótbóltsdystir

...

2018-08-28 12:35 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í september fer Fótbóltssamband Føroya at skipa fyri skeiði, ætlað vaktarfólkum til landsdystir og aðrar fótbóltsdystir. Skeiðið er ókeypis.

Skeiðið er eitt sonevnt ???UEFA Steward Course???, ið er býtt upp í fleiri partar. Millum annað verða hesi evni umrødd:

- At vera Steward (enska orðið fyri vaktarfólk til dyst)

- Tænastuveiting og samskifti

- Fyrstahjálp

- Brunatrygd

- Arbeiðsbýti til dyst

- Hvussu ert tú sum vaktarfólk

- Evakuering og neyðstøður

- Ymiskar støður, ið kunnu fyrikoma

Skeiðið er yvir tvey vikuskiftir. Fyrri parturin er fríggjadagin 14. september frá kl. 17:00 til 22:00, og leygardagin 15. september frá kl. 09:30 til 17:00.

Seinni parturin verður fríggjadagin 28. september frá kl. 17:00 til 22:00, og leygardagin 29. september frá kl. 09:30 til 17:00.

Skeiðið, ið er ókeypis, er ætlað øllum, sum arbeiða sum vaktarfólk til dystir, ella sum hava áhuga fyri hesum.

Skeiðshaldarar vera Martin Berg, Hallgrím Hansen, Helgi Justinussen, Jan Otto Holm og Terji Nielsen.

Seinasta freist at boða frá luttøku er fríggjadagin 31. august. Tilmelding fer fram í Nethandilinum á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandi Føroya.

Nærri kunning um skeiðið fæst við at venda sær til Terja Nielsen, tel. 28 90 35.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder