Politikkur

Skaale: - Stjórnin má raðfesta Føroyar hægri

...

2017-11-19 11:06 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Alt ov nógv týðandi lóggávumál bíða eftir dønum, og tað er als ikki nøktandi, heldur Sjúrður Skaale. ??? Tað snýr seg millum annað um, hvussu løgreglan kann brúka vald móti borgarum, og hvussu vit skulu fara við teimum, sum sita inni. Slíkt má skipast við lóg, og tað gongur bara ikki, at man nú á sjeynda ári bíðar eftir hesum, sigur hann

Rættargangslógin, lóg um revsingarfullgerð, politilógin, fyrisitingarlógin og lógin um trotabúgv.

Felags fyri hesar lógir er, at landsstýrið hevur heitt á danskar myndugleikar um at gera uppskot til dagføringar, sum kunnu berast í Løgtingið. Fleiri av málunum hava upp í sjey ár á baki, síðani landsstýrið bað um dagføringarnar. Tað vísir eitt upprit, sum Løgmansskrivskrivstovan hevur latið Sjúrða Skaale, fólkatingslimi Javnaðarfloksins.

- Fyrst í hesum mánaðinum var eg á fundi við løgmálaráðharran har eg fekk at vita, at man í løtuni bert kann arbeiða við einum føroyskum lógarmáli, nevnliga rættargangslógini. Tað tyktist mær merkisvert. Og uppritið, sum Løgmansskrivstovan var so beinasom at lata mær, vísir eisini at alt ov nógv liggur á láni, sigur Sjúrður Skaale.

- Hetta eru ikki bara tilvildarligar dagføringar. Hetta er faktiskt nakað, sum hevur ómetaliga stóran týdning. Tað ikki rímiligt, at man ikki hevur dagførdar reglur um, hvussu løgreglan til dømis kann brúka vald. Serliga fyri tann, sum kann verða útsettur fyri valdsnýtslu, men so sanniliga eisini fyri einstaka løgreglufólkið.

- Tað er heldur ikki í ordan, at man hevur gamlar og ótíðarhóskandi reglur fyri, hvussu vit skulu viðgera tey, sum sita inni. Tí tað hevur við sær, at tað er ein størri revsing at sita inni í Føroyum, enn um man framdi sama brotsverk í Danmark. Støðan í dag er at man roynir at brúka nakrar danskar reglur, sum í grundini ikki eru galdandi í Føroyum. Tað snýr seg um rættartrygd. Og tað er sjálvsagt ikki haldbart, at hon ikki hevur hægri raðfesting, sigur hann.

Sjúrður Skaale hevur tí sett danska løgmálaráðharranum, Søren Pape Poulsen, heilar átta sonevndar § 20-spurningar.

- Her er nógv, sum bendir á, at danir eiga at uppraðfesta hetta økið. Og tá er ofta neyðugt at leggja eitt alment trýst og vóna at ferð verður sett á, sigur hann.

- Tá ið svarini eru komin fari eg at umhugsa støðuna. Um svarini ikki eru nøktandi kann næsta stigið verða at krevja eitt samráð um málið, har løgmálaráðharrin skal forklára seg beinleiðis yvirfyri fólkatingslimum.

Svarini frá løgmálaráðharranum kunnu væntast í aðru viku.

Um lógirnar:

Rættargangslóginer ein ógvuliga umfatandi lóg, har allar ásetingar um viðgerð av rættarmálum og tað, sum hartil hoyrir, eru savnaðar.

Lóg um revsingarfullgerð(straffuldbyrdelsesloven) hevur ásetingar um rættindi og skyldur hjá teimum, sum eru dømd í revsimálum. Til lógina hoyra tíggjutals kunngerðir, vegleiðingar og annað viðkomandi tilfar.

Politilógininniheldur ásetingar um millum annað uppgávurnar hjá løgregluni og ásetingar um undir hvørjum umstøðum, løgreglufólk kunnu brúka vald. Til lógina hoyrir rúgvusmikið tilfar.

Fyrisitingarlógininniheldur ásetingar um, hvussu í høvuðsheitum almennir myndugleikar skulu viðgera mál hjá borgarum og virkjum. Eisini til hesa lógina hevur nógv annað tilfar so ella so tilknýti.

Lógin um trotabúgv(konkursloven) ásetir, hvussu eitt trotabúgv skal viðgerast og gerast upp. Danska lógin inniheldur harumframt karantenu-ásetingar, sum í ávísum førum forða fólki at stovna ella leiða fyritøkur, um rætturin hevur avgjørt hetta. Løgtingið samtykti einmælt í 2016 at heita á landsstýrið um at endurskoða og dagføra konkurslógina fyri Føroyar og tillaga hana til føroysk viðurskifti, herundir reglur viðvíkjandi konkurskarantenu. Seinni sama ár heitti landsstýrið á danskar myndugleikar um at fáa eitt uppskot til broyting av lógini.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder