Vinna

Sjúrðarberg siglir heim úr Barentshavinum

...

2015-05-20 19:07 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Klaksvíkstrolarin Sjúrðarberg er farin at sigla heim úr Barentshavinum við fullari last - uml. 720 tonsum, sum teir hava fiskað eystur ímóti russiska markinum.

Sjúrðarberg hevur havt rokfiskiskap, teir hava verið á feltinum í góðar 4 vikur.

Væntandi verður Sjúrðarberg heima leygardagin ella sunnudagin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder