Nú nærkast jólum. Ein hátíð, har vit øll koma hvørjum øðrum við. Vit vilja gleða hvønn annan við samveru, heilsum og ikki minst gávum, jólagávum.
Sitandi vinstravenda samgonga hevur hildið jól, síðan hon kom til. Í rættuligum jólahýri hevur samgongan gjara út við almennum útreiðslum sum ongantíð fyrr. Undanfarna samgonga skapti við m.ø. flatskatti og makrelstríðnum ovurstóran vøkstur í samfelagnum. Peningurin hevur undir hesi samgonguni fossa inn í landskassan, men tíverri hevur peningurin háfossa út aftur.
??treiðslur landskassans eru upp á 3 ár vaksnar við einari heilari milliard krónum. Sjálvt óheimilað yvirnýtsla er góðtikin. Hægsta útreiðslugildið nakrantíð.
Men vit hava tað gott í Føroyum, har útflutningum er ovurstórur. Um tú hevur bát liggjandi við kei og tú sleppur endanum, verður báturin liggjandi, so leingi tað er stilli. Men kemur eitt lot, so fer báturin út frá. Kemur vindur, fer hann longur og kemur stormur, so vendst næstan ikki aftur. Samgongan hevur slept endanum og nú tolir samfelagið ikki eitt lot ímóti.
Margaret Thatcher segði: Trupuleikin við sosialismuni er, at pengarnir hjá hinum blíva uppi.
Jú, sanniliga er brúk fyri Fólkaflokkinum. Upptakið verður tungt, men neyðugt.
Avrikslistin hjá hesi samgongu er syndarligur. Tey løgdu fyri við skatta- og avgjaldsøði, har øll handað avgjøld og skattir vórðu løgd á familjur og vinnu. Vit fingu bensin og dieselavgjald, vektgjald, tinglýsingargjald, umhvørvisavgjald, hækka heilsutrygdargjald, hækkaðan skatt til barsilsskipan, hækkaðan skatt til Samhaldsfasta eina fer, tvær ferðir, ja, og eisini tríggjar ferðir. Ja, sjálvt hondverkarar og hárfríðkanarkvinnur fingu stóra rokning fyri kringvarpsgjald.
Síðani eru útreiðslurnar vaksnar ábyrgdarleyst. Av stóru málunum er bara eitt gjøgnumført og tað er hjúnarbandslógin. Fiskivinnuskipanin er gjøgnumførd, sum eitt lasafar, sum bara oyðileggur. Alt annað hevur higartil verið snakk og ruðuleiki.
Eitt annað avrit hjá hesi samgonguni er, at ójavnin í samfelagnum er vaksin. ??javnin millum økir í landinum er vaksin og ójavnin millum løntakarar er vaksin. Landsstýrið hevur hækkað lønir í prosentum, sum merkir, at yvirlæknin hevur fingið í minsta lagi 4 fer so høga lønarhækking sum hjálparfólk hava fingið. Í lønarsamráðingum hava leiðarar, kommunulæknar og journalistar fingið ovurstóra lønarhækking. Tey lægstløntu eru taparnir. Hetta skal broytast. Lønir skulu hækka í krónum. Ikki í prosentum.
Avrikini hjá hesi samgonguni høvdu verið betur ógjørt.
Fólkaflokkurin vil í minsta lagi skatta- og avgjaldsteðg og at halda aftur í útreiðslunum. Vit vilja lækka skattin, so eingin lág- og miðalinntøka rindar meira enn 30% í skatti, og vit vilja lækka avgjøldini á vinnu og borgarar. Skapa vit vøkstur, so náða vit málinum skjótari. Vit vilja at 1/3 av vøkstrinum skal nýtast til at lækka avgjøld og skatt, 1/3 skal til vælferð og 1/3 til at rinda skuld.
Jú, sanniliga er brúk fyri Fólkaflokkinum.
Á Tjóðskaparøkinum er heldur einki hent. Skuld landskassan er júst tann sama sum í 2015, tá samgongan tók við og eisini tað sama sum í 2011, tá undanfarna samgonga tók við. Ræðusøgan um undanfarnu samgongu er ???Fake News???, og mest undrunarvert er, at alt reypið um góð úrslit hjá hesi samgongu hevur ført til, at ikki ein tann einasta króna er niðurgoldin í skuld.
Fólkaflokkurin vil sjálvræði og sjálvbjargni. Vit vilja ein ábyrgdarfullan fíggjarpolitikk og vit vilja yvirtaka málsøkini, sum eftir eru í yvirtøkulógini. Vit vilja gera Føroyar fíggjarliga og politiskt frælsar.
Jú, sanniliga er brúk fyri Fólkaflokkinum.
Fyri okkum er eisini avgerðandi, at Føroyar fyrst og fremst eru fyri føroyingar.
Alt Europa er hótt av innflytarum og teirra politiska átrúnaði. Dømi sum sharia lógir og kvinnukúgan eru ræðandi. Í skjólið av átrúnaði eru víðgongd, sum fremja yvirgang, sjálvt í okkara grannalondum. Vit mugu ikki enda har, og vit hava møguleikan at verja okkum.
Vit eiga at hjálpa flóttafólkum á staðnum, ella í nærumhvørvinum, og ikki flyta tey um hálvan jarðarknøttin til Føroya. Vit mugu læra av mistøkunum hjá grannalondunum.
Fremmand skulu vera so hjartaliga vælkomin, men tey mugu og skulu integrerast í okkara samfelagið. Ikki øvugt. Tað er okkara mál.
Marknaðaratgongd
Betri marknaðaratgongd er ein av lyklunum til framburð. Men á uttanríkispolitiska økinum er lítið og einki hent.
Vit hava ein uttanríkisráðharra, sum er meira í luftini enn á landjørðini, og tað einasta, sum er hent á økinum, er, at fríhandilsavtalan við Turkaland er sett í gildi. Ein avtala, sum Kaj Leo Holm Johannesen, fyrrverandi løgmaður, gjørdi.
Tó er eitt ætlanarskriv undirskrivað millum Rusland og teirra seimeindu um, at vit skulu tosa saman?
Vit hava sæð hópin av myndum av okkara uttanríkisráðharra, har hann klemmar hópin av útlendskum ráðharrum/kvinnum og øðrum ábyrgdarpersónum. Eyðkenni fyri allar myndirnar er, at eingin klemmar hann aftur, og at als einki úrslit er komið burturúr.
Her má arbeiðast meira og flúgvast minni.
Vøkstur er vegurin til vælferð, tí má vinnan hava trygg kor at virka undir.
Alivinna
Alivinnan hevur ment seg til at verða ein høvuðsvinna í Føroyum. Vinnan hevur havt góðar og tryggar karmar og fingið loyvið at forvunnið pening. Tí er okkara alivinna tann fremsta í heiminum.
Hetta má ikki broytast. Landskassin er tíverri vorðin so bundin av nógvu og vaksandi avgjøldunum, at bara um lúsin vinnur á laksinum, so er djúp kreppa í øllum samfelagnum.
Í seinastuni er ført fram, at alivinnan dálkar. Fyri mær er hetta sum parthallur kritikkur. Fyri vinnuna er burðardygd alt avgerandi, tvs. at dálkar vinnan meira enn náttúran kann reinsa, minkar vinnan, og at enda doyr hon.
Fyrimyndarligt hevur verið at sæð, hvussu alivinnan og myndugleikar hava samstarvað um strangari og strangari krøv. Vinnan hevur harumframt gjørt meira enn krøvini áseta, og síðani biðið um herdu krøvini í kunngerð.
Tað ber einfalt ikki til, at hava eina so stóra vinnu, uttan nakra ávirkan. Um tú vilt gera eina rullupylsu, so má fótamørurin skerast av krovinum. Men lat okkum gera tað við skili, so krovið, tvs náttúran, klárar hesa høvuðsvinnu okkara.
Fiskivinna
Eingin ivi er um, at fiskivinnunýskipanin hjá landsstýrinum hevði upprunað í øvundsjúku, men grundgevingarnar hingu ikki saman. Teirra trupulleiki var, at onkur hevði fiskiloyvið, og seldi tey til ein annan, sum forvann nógvan pening. Við teirri grundgeving var valt at taka frá teimum, sum høvdu keypt, og ikki frá teimum, sum høvdu selt. Leyst av øllum logikki.
Rættindi eru tikin frá teimum, sum hava keypt. Uppboðssøla er tí uppfunnin, tí at landið skal hava peningin einaferð afturat, og tað hevur verið frá teimum somu, sum upprunaliga keyptu.
Men sera áhugavert er at síggja, at tey, sum hava keypt rættindi í fríari sølu, eru tey, sum hava gjørt tað best í vinnuni. Meðan tey, sum keypa á uppboðssølu, hava tapt pening av mest sum hvørjum kiloi, tey hava keypt.
Munurin er, at frí søla merkir, at marknaðarkreftirnar sleppa at virka. Uppboðssøla er eitt monopol, sum merkir, at bjóðar tú ov lítið, doyrt tú, tí tú einki fær. Bjóðar tú ov nógv, fær tú kvoturnar, men doyrt, tí tú bjóðaði ov nógv.
Fólkatalið í Føroyum var hildið niðri í 100 ár við Kongaliga Einahandlinum. Nú 162 ár seinni, vilja vinstrakreftirnar aftur í somu støðu. Kongur fær valdið og pengarnar, og øll mugu liva av olmussuni frá kongi.
Boðskapurin hjá Fólkaflokkinum er greiður. Vit mugu hava eina fiskivinnu, sum er fremst í heiminum. Tað gerst bara, um vinnan kann gera nýíløgur. Við nýggjastu útgerðini kunnu vit aftur leggja okkum fremst. Spegla tykkum í alivinnuni. Men hvar er so lykilin?
Uppboðssølan má avtakast beinanvegin. Fiskiloyvini skulu latast við somu treytum sum í alivinna, tvs. 12 ára loyvi. Tá ber til at fáa fígging til nýbygging.
Tilfeingisskatturin eigur at verða tann sami, sum skatturin, vit hava ásett fyri oljuútvinning við Føroyar, tvs. at eykaskattur verður álagdur, tá íløgur er rindaðar fult aftur. Tá verða tey lønt, sum fremja nýíløgur, meðan tey verða eykaskattað, tá íløgan er goldin.
Í fiskivinnupolitikkinum má loyvisskipanin gerast sum í alivinnuni, uppboðssølan skal burtur, tilfeingisskatturin má verða sum í oljuvinnuni, og vit mugu ongantíð skifta fiskidagar út við kvotur.
Familjan
Fyri Fólkaflokkin er familjan kjarnin í samfelagnum. Allur framburður liggur í, at okkara familjur trívast, men er tað so í dag:
Fimsbrot:
Hyggja vit runt í okkara egna grannalagi, síggja vit tað sama. Flestu okkara arbeiða skeivar arbeiðstíðir, tí flestu arbeiðspláss bjóða bert skeivar arbeiðstíðir. Tað merkir, at verandi skipan við barnaansing tvingar mammur heim til grýturnar.
Fólkaflokkurin hevur lagt uppskot fram um, at loyva kommunum at lata tann peningin til foreldrini, sum ansingin kostar. Vit tosa um 70.000 kr/barn, umframt foreldragaldið, sum er í miðal 20.000 kr.
Um foreldur fingu hesar 90.000 kr. um árið at ráða yvir fyri hvørt barnið, kundu tey valt at keypt tænastuna frá kommunalu barnaansingini.
Eisini kundu námsfrøðingar og onnur stovnað privatar ansingarstovnar og bjóðað foreldrum ansingartænastu. Arbeiðspláss kundu bjóðað ansing, har foreldur vóru saman við børnunum í steðgum. Au-pair kundi eisini verið ein møguleiki. Annar møguleiki er eisini, at grannaløg kundu tikið seg saman og skiftst um ansing.
Við 90.000 kr. um árið fyri hvørt barnið, kundi eisini hugsast, at summi foreldur kundu havt fíggjarligan møguleika at verið longur heima hjá sínum smáu og harvið longt barsilsfarloyvið.
Smærru vinnufyritøkurnar
Okkara ábyrgd til næsta val er at leggja serligan dent á umstøðurnar hjá smáum fyritøkum og vinnurekandi. Tað er forsømt í Føroyum. Her er brúk fyri Fólkaflokkinum:
Filmsbrot:
Allar stórar vinnufyritøkur eru byrjaðar í smáum. Tí mugu tær smáu fyritøkurnar stimbrast og ikki kvalast sum nú.
Hetta síðsta, hann nevnir, hava vit longu gjørt nakað við. Lóg um sjúkradagpening tryggjar øllum tímaløntum løn frá tí almenna í sjúkradøgunum, men undantak eru. Fyri td. krambafólk, goymslufólk, laborantar osfr. skal arbeiðsgevarin rinda løn í allari sjúkraleguni, eisini langtíðarsjúkralegu.
Tað kann kvala ein lítla fyritøku, serliga lítlar handlar. Vit hava lagt uppskot fyri løgtingið um at javnstilla, so lógin um sjúkradagpening eisini dekkar sjúkralegu hjá tímaløntum í handlum og líknanadi.
Sjálvandi. Tað er brúk fyri Fólkaflokkinum.
Má nevna skatta- og avgjaldsøðina hjá hesi samgonguni, har borgarin og vinnan eru undiroyst í gjøldum. Kann aftur nevna hækkaða bensin- og dieselavgjaldið, vektgjaldið, umhvørvisgjaldið, tinglesingargjaldið, og ikki at gloyma kringvarpsgjaldið. Eisini er skatturin hækkaður til heilsutrygd, hækkaður skattur til barsilsskipan, og í fleiri førum er skatturin til Samhaldsfasta hækkaður. Vit tosa um fleiri hundrað milliónir kr. um árið. ??hugnaligt.
Fólkaflokkurin hevur lagt uppskot fyri løgtingið um at strika kringvarpsgjaldið hjá vinnufyritøkum. Í eini fyritøku eru tað bert starvs- og viðskiftafólk, sum lurta og hyggja, men tey rinda øll kringvarpsgjald frammanundan. Hetta er eitt vinnufíggindaligt gjald, sum skal avtakast.
Hetta svarar jú til, at keypir tú rundstykkir við til arbeiðis, rindar tú MVG. Men etur tú tey á arbeiðsplássinum, skal arbeiðsplássið rinda MVG-gjaldið einaferð afturat.
Vit hava eisini lagt uppskot fram um at lækka Tinglýsingargjaldið niður í helvt. Tað kann ikki verða meiningin at brandskatta ungar barnafamiljur og vinnulívsspírar, tí tey gera íløgur í heim ella vinnubygningar.
Fólkaflokkurin hevur eisini lagt uppskot fram um at javnstilla privatar byggifyritøkur við almenna byggifelagið, Búðstaðir. ??javnað kappingin ger, at Búðstaðir er vorðin sjálvur trupulleikin í búðstaðarneyðini. Um vit skapa javna kapping, er bústaðarneyðin loyst um eitt til tvey ár.
Okkara eldru
Javnan hoyri eg, at okkara eldru føla seg sleptan upp á fjall. Læt okkum hoyra ein teirra:
Filmsbrot:
Samgongan hevur skorið grundarupphæddina, men hækkað samhaldsfasta. Tað merkir eina skattaskrúvu uttan líka. Sama inntøka verður skatta tvær ferðir, tað er eftir okkara tykki ein skeivleiki, sum má rættast.
Inngjaldið er ein skattur av skattaðum pengum. 230 milliónir eru tiknar eyka frá øllum løntakarum og vinnuvirkjum í eyka skatti. Við útgjaldinum verða meira enn 100 mió. kr kravdar eyka inn í skatti til lands- og kommunukassarnar. Hetta er óhoyrt og frekt. Hetta er ein skeivleiki, sum má rættast.
Fólkaflokkurin hevur tí lagt uppskot fram um, at útgjaldið úr Samhaldsfasta verður skattafrítt. Tað merkir, at hvør einasti pensjónistur fær 2000 kr. meira at liva fyri um mánaðin.
Tá landsstýrið tekur pengar frá mær til pensjonistin, so krevji eg, at pensjonisturin fær pengarnar. Eg havi goldið skatt av pengunum.
Eg má nevna eitt annað mál. Vit hava fyri fjórðu fer lagt uppskot fram um at frítaka heimavirkisvørur fyri meirvirðisgjaldið, og at øll tílík inntøka, er skattafrí upp til 50.000 kr. Inntøka yvir tað verður skatta við 15%.
Men samgongan vil ikki taka undir við uppskotinum. Eg skilji tað ikki. Sambært TAKS eru inntøkurnar av hesum forsvinnandi og sambært Heimavirkisvinnuni vilja heimavirkisfólkini ikki framleiða nakað serligt, tí tey ræðast TAKS. So uppskotið kostar nærum einki, men tað kann fremja okkara samleika sum tjóð. Hetta kann eisini verða ein kærkomin hjáinntøka hjá nógvum, serliga okkara eldru.
Sanniliga er brúk fyri Fólkaflokkinum
Umhvørvið svartari enn nakrantíð
Umhvørvið fyllir nógv í orðaskiftinum, men samgongan ger beint tað mótsatta. Vit skulu verða grøn í 2030, sigur samgongan. Men á teirra vakt eru vit blivin svartari enn nakrantíð.
Á landi hevur samgongan vælsignað íløgur í nýggjar oljumotorar á Sundi, meðan ongin grøn orka er skapt.
Størsta útlátið er í fiskiflotanum, men har hevur fiskivinnan fingið ómøguligar umstøður og okursavgjald, so nýíløgur eru ómøguligar.
Eg kann nevna eitt dømi. Um uppisjóvarflotin fekk møguleika at endurnýggja seg, so brúkar eitt nýtt uppisjóvarskip uml. 60% minni av olju til sama virksemi, sum eitt 20 ára gamalt ger. Men samgongan lensar allan peningin úr vinnuni, so nýíløgur eru ómøguligar.
Á landi eru vit vorðin svartari enn áðrenn. Vit hava í dag monopolið, SEV, sum forðar allari kapping. Íløgur verða bert gjørdar í oljumotorar og fólk halda fram at keypa oljufýringar.
Um vit fáa veruliga kapping á økinum, so hendir nakað. Í dag eru sterkir aktørar, sum bjóða seg fram. Bæði Magn og Effo bjóða av. Men landsstýrið vil halda fast um monopolið.
Um vit fingu veruliga kapping, so er ein vón at náa málinum um 2030. Um td. SEV var skilt sundur í eitt net- og eitt framleiðslufelag, so hevði kappingin framt einar grønari Føroyar.
Treytin er, at privatir sleppa at framleiða el, brúka netið hjá SEV til at leiga tað til brúkaran, og sjálvandi selja tað til brúkaran. Tá vildu vit sæð mun beinanvegin.
Rokni við, at um tað loysir tað seg at skifta oljufýringina út, so gera vit tað at øll. Privatir framleiðarar og seljarar kunnu tá bjóða okkum húsarhaldum at skifta oljufýringina út við el-hitapumpu. Íløgan er stór, men sum skilst, so kunnu tey bjóða okkum, at tey gera íløguna fyri okkum, og at vit afturfyri rinda yvir el-nýtsluna. Um kappingin sleppur at virka, er nógv sum týðir upp á, at mánaðarligi kostnaðurin hjá okkara familjum verður minni enn í dag. Tá er íløgan íroknað. Um hetta ber til, má avgerð takast sum skjótast.
Samgongan tosar grønt, men handlar kolasvart. Og er blóðreyð!
Tað er sanniliga brúk fyri Fólkaflokkinum.
Persónliga frælsi er lykilin til framburð. Persónliga frælsi er lykilin til veruliga umsorgan. Hetta skal verða landið við møguleikum. Eitt land, sum eggjar, heldur enn forbjóðar. Eitt land, sum lønar, heldur enn revsar. Tað skal loysa seg at vera føroyingur.
Frælsir borgarar eru alt avgerandi fyri einum frælsum landi. Fólkafloksins tjóðskaparliga stavnhald er, at í Føroyum skulu føroyingar ráða. Vegurin er okkara politikkur.
Okkara politikkur og okkara visjónir skulu bera okkara land og fólk fram til frælsi.
Góðu Fólkafloksfólk
Lat okkum standa saman um okkara flokk. Løgtingsval er fyri framman.
Standa vit saman og kjempa, so vinna vit valið.
Tað er brúk fyri Fólkaflokkinum.
Takk fyri!
Jørgen Niclasen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald