Ítróttur

Silva høvuðsvenjari hjá Kvinnum og GU18

...

2017-12-30 22:10 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Silva vendir nú heimaftur til 07 Vestur og kemur at standa á odda fyri Kvinnunum og U18-liðinum. Hetta er fyrsta árið 07 Vestur hevur kvinnulið, og tað er sjálvsagt ein fongur at fáa góðan og royndan venjara til hetta týðningarmikla arbeiðið.


07 Vestur hevur meldað til í 2. deild hjá kvinnum og í U18 deildini hjá gentum til komandi kappingarár. Undirtøkan ímillum gentur úr yngstu deildunum og upp í U15 er sera stór, og nú er tíðin so búgvin til at 10-ára gamla felagið ferð allan vegin á kvinnusíðuni.

Alexandre da Silva Braga, ella bara Silva, hevur verið partur av 07 Vestur síðan stovnanina, og varð eisini við á fyrsta dystinum í søgu felagsins, tá vit knógvaðu Víkingi í steypakappingini í 2008. Síðani hevur "ný-miðvingurin spælt nakað, men, í 07 Vestur, er tað fyrst og fremst í venjaraleiklutinum vit kenna hann. Silva varð eisini venjari hjá kvinnunum hjá FS Vágum, árini 2002-2004, umframt ungdóms- og barnavenjari hjá SÍF.

Umframt høvuðsvenjaran, verður eitt toymið smíða saman, ið, saman við Silva, skal taka sær av Kvinnum og U18: Hjálparvenjari, málmansvenjari og tveir liðleiðarar koma afturat. Meira um hetta verður at frætta skjótast.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder