2021-10-24 11:54
Signhild Joensen skrivar á Facebook:
Eg vil gjarna boða frá at tað er við alvorliga blandaðum kenslum, men aftaná øll hesi árini, so havi eg tikið avgerð um at gevast vid svimjingini.
Tað hevur verið ein so stórur partur av mær - og tað fer tað nokk altíð at vera, so tað er undarligt at svimjingin ikki skal fylla mest í gerandisdegnum longur, men samstundis síggi eg fram til ein annarleiðis gerandisdag við øðrum avbjóðingum.
Eg eri so takksom fyri alt eg havi upplivað, og ikki minst takksom fyri alt sum eg havi lært og øllum fólkunum eg havi møtt í gjøgnum svimjingina
Takk til øll sum hava stuðla mær, hetta hevur ikki verið ein løtt avgerð.
Takk fyri meg
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald