Ítróttur

SÍb ???Greipuvinnarar???

...

2018-03-21 08:05 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

SÍb vann steypakappingina í flogbólti og tí var nokk ikki óvantað, at teir eisini vunnu landskappingina í næstbestu deildini í gjárskvøldið. Dysturin var móti silvurvinnarnum Fleyr, og SÍb vann greitt 3-0

Seinasti dysturin í 1. Deild hjá monnum í FM-stríðnum var í Sørvági í gjárskvøldið. SÍ tók móti Fleyr. Bæði 1. og 2. sett vunnu sørvingar greitt við settúrslitnum 25-19. Í 3. setti var meira javnt, har Fleyr fylgdi við allan vegin, men móti endanum tók SÍ alt og vann 25-23 og harvið vunnu teir dystin 3-0.

Heldur óvantað vunnu SÍb steypakappingina og tí er kanska minni óvantað, at teir nú hava vunnu 1. deild eisini. So við gásareygum kunnu teir kallast ???Greipuvinnarar???.

Myndin:

Aftast frá vinstu: Ingi Ole-Jacobsen, Arngrím Thomassen, Bogi Kruse, Eli Reynskor og Martin Mikkelsen. Fremst frá vinstru: ??lavur Jensen, Jón Joensen, Jørgen Niclasen, Sonni Zachariasen og Jón Nielsen.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder