Vinna

Seyðurin á Búnaðarstovuni er farin aftur í vekt

....

2015-04-09 19:30 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Týsdagin 31. mars 2015 vóru tey á fjalli í Heygshaga í Kollafirði, har heilivágur var givin, tey vigaðu eisini allan seyðin. ??rnar eru farnar aftur síðani seinasta fjall 11. februar 2015. Miðalvektin hesaferð var 42,4 kg móti 43,6 kg í februar. Um somu tíð í fjør vigaðu ærnar 43,0 kg og vóru tá farnar 1,5 kg fram eftir einum góðum mánað. Tað kunnu vera ymiskar orsøkir til hendan mun. Eftirgróðurin er ymiskur frá ári til ár, eftir nær bøurin er sligin, talið á tvílembum er ymiskt frá ári til ár, og veðurlagið man eisini gera mun. Tað regnaði illa í hesum tíðarskeiðunum bæði í ár og í fjør, men tað var umleið 0,8 stig heitari í fjør.

Sí vektina á myndini niðanfyri.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder