Vinna

SEV søkir um sjóvarfalsturbinur í Vestmannasundi

...

2014-05-06 19:00 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

SEV hevur søkt Jarðfeingi um loyvi at seta sjóvarfalsturbinur upp í Vestmannasundi. SEV fer í fyrstu atløgu at gera sjóvarfalsroyndir saman við týsku fyritøkuni Voith


Føroyar eru áhugavert øki, tá talan er um sjóvarfalsorku, og tí hevur SEV søkt Jarðfeingi um loyvi at seta sjóvarfalsturbinur upp í Vestmannasundi. SEV og týska fyritøkan Voith avtalaðu fyrr í ár at fara undir royndir at vinna orku burtur úr sjóvarfallinum.

Avtalan ??? ein sonevnd Memorandum of Understanding- hevur m.a. við sær, at Voith setir eina 300 KW sjóvarfalsturbinu upp á havbotninum í Vestmannasundi á einum royndarøki, sum er 3,75 ferkilometrar til víddar.

Mett verður, at streymviðurskiftini í Vestmannasundi eru sera væl hóskandi til endamálið, og harumframt er stutt inn til Vestmanna, har góð havn við góðum hentleikum er.

Í altjóða høpi meta serfrøðingar, at á allari jørðini er sjóvarfalsorka svarandi til 80 GW, og at nøgdin av sjóvarfalsorku kring Føroyar er tilsamans 1 GW. Av hesum ber væntandi til at gagnnýta 15-20 prosent, sum svara til 150-200 MW. Til samanberingar kann nevnast, at tá mesti eftirspurningur er eftir elorku í Føroyum, er framleiðslan tilsamans uppi á 45 MW. Sostatt kunnu allar Føroyar fáa elorku burtur úr sjóvarfallinum eina ferð í framtíðini, um alt hepnast væl.

Sjóvarfalsorka er støðugasta orkukeldan á okkara leiðum, tá talan er um varandi orku, tí tað ber altíð til neyvt at spáa um, hvussu hart rákið verður kring oyggjarnar.

SEV hevur fylgt væl við menningini innan hetta orkuslagið seinnu árini. Verkfrøðingurin Magnus K. Magnussen hevur sjóvarfalsorkuna um hendi í SEV. Hann vísir á, at áhugin fyri sjóvarfalsorku er alsamt vaksandi, og at fleiri útlendskar fyritøkur halda Føroyar verða áhugavert øki, tá ið talan er um sjóvarfalsroyndir. Tískil kann eisini koma upp á tal at seta sjóvarfalsturbinur frá øðrum fyritøkum upp í Vestmannasundi.

-Stóru fyritøkurnar, sum granska í sjóvarfalsorku, er nú komnar so væl áleiðis, at til ber at tosa um handilsligar loysnir at framleiða orku burtur úr sjóvarfallinum. Samstarvsandin er góður millum fyritøkurnar, og samstundis økist eisini áhugin hjá íleggjarum at vera við í menningini, sigur Magnus K. Magnussen.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder