Ítróttur

Sera spennandi dystur á Nabb ímillum Kyndil og VÍF

...

2020-02-09 21:03 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Eftir at VÍF vann fyrra hálvfinaludystin á Kyndli í Vestmanna í gjár 29-27, var lagt upp til ein spennandi dyst, tá seinni hálvfinaludysturin, í dag, skuldi leikast í Havn.

Kyndil legði væl út, tá i 6 minuttir vóru leiktir var støðan 5-2 til Kyndil, Kyndil førdi 6-4 í 10 minutti, í 15. minutti var støðan 8-5, 20. minutti 9-8, 25. minutti 13-10 og hálvleiksstøðan 15-11 til Kyndil.

Gongdin í seinna hálvleiki var tann sama - 35. min. 17-12, 40. min. 20-14, 45. min. 22-17, 50. min. 25-20, 55. min. 28-23, so kom gongd á hjá VÍF í 26. min.28-24, 27. min. 29-24, 29. min. 30-24, 29. min. 30-25, 30. min. 30-26, Kyndil fær útvísing í 30. min., og skora í 30 min. til 30-27, Kyndil tekur TO tá klokkan vísir 29.56, nú eru bara 4 sekund eftir Kyndil hevur bóltin, men um VÍF fær mál so koma teir í finaluna, klokkan verður sett í gongd og Kyndil hevur bóltin, tað eydnast tó VÍF at fáa bóltin, teir spæla skjótt inn á strikuna, har ein VÍF-leikari er púra leysur, men Kyndla-málmaðurin bjargar og Kyndil vinnnur 30-27 og eru í finaluni.

Ein sera spennandi dystur.

Málini hjá Kyndil fingu: Tummas Pauli Hanusarson 7, Anders Ridsal 8, Hjalti Mohr Jacobsen 8, Bartal Klein Olsen 4, Rógvi Dal Christiansen 1, Kristoffur Bjørgvin 2.

Málini hjá VÍF fingu: Sjúrður Olsen 2, Jóhan í Garðastovu 4, Andrias Eriksen 2, Janus Jacobsen 1, Magnur Muller 1 og Filip Jojic 11.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder