Ítróttur

Sensatiónin lúrdi á Dungasandi

...

2020-11-26 18:19 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tað stóð nógv á føroyameistarunum, men tá avtornaði vann HB 6-5 á 07 Vestur. Eisini NSÍ, Víkingur og B36 hava spælt seg víðari til hálvfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið. ??ll málini í fjórðingsfinalunum kunnu síggjast í FSF Varpinum

??????????????????

Stórur spenningur var í luftini, tá fjórðingsfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið vórðu spældar mikukvøldið. Serliga spennandi bleiv á Dungasandi í Sørvági, har 07 Vestur hevði vitjan av føroyameistarunum úr HB.

Eftir 90 minuttir stóð á jøvnum 1-1, og tá einki mál kom í umdystinum, var neyðugt við brotssparkskapping fyri at finna ein vinnara. Tá drógu føroyameistaranir longra stráið, og vunnu samanlagt 6-5.

Í Runavík vann NSÍ grannauppgerðina móti Skála 1-0, og 1-0 til heimaliðið gjørdist úrslitið eisini í Sarpugerði í Norðragøtu, har TB var á vitjan. Á Tórsvølli hittust B36 og AB, og tann dystin vann árstalsfelagið 3-0.

Hálvfinalurnar verða leygardagin 28. og sunnudagin 29. november. Leygardagin klokkan 19:00 spæla Víkingur og B36 við Løkin í Runavík, og klokkan 15:00 sunnudagin hittast NSÍ og HB við Djúpumýru í Klaksvík. Finalan um Løgmanssteypið verða á Tórsvølli leygardagin 5. desember klokkan 16:00.

Í FSF Varpinum ber til at síggja øll málini í fjórðingsfinalunum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder