2021-02-14 14:03
Nólsoyar Páll á Biskupsstøð - 2. sending við Archie Black í útvarpinum í dag kl. 14.15:
Nólsoyar Páll varð føddur um sama mundið, sum danski ríkmaðurin Niels Ryberg fekk loyvi at hava miðstøð fyri smuglaravirksemi í Havn. Nú komu stór skip úr Eysturindia og Vesturindia við vørum, sum vórðu seldar í Bretlandi. NP fór ungur at sigla við Ryberg og lærdi siglingarfrøði. Tá hann kom heimaftur, setti hann seg niður á Biskupsstøð norðuri í Vági. Saman við øðrum bygdi hann Royndina Fríðu og kom skjótt til ilnar við danska embætisverkið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald