2014-05-06 15:11
Um tvey-tíðina í nátt undirskrivaðu Føroya Arbeiðsgevarafelag og tey fimm arbeiðarafeløgini, Føroya Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðsmannafelag, Havnar Arbeiðskvinnufelag, Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag og Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag, undir nýggjan 2-ára sáttmála.
Umframt tillagingar í sáttmálunum, millum annað í álitisfólkaskipanini, hevur semjan við sær eina lønarhækking á 2,20 kr hin 1. mai 2014 og á 2,60 kr hin 1. mai 2015. Eftirlønin hækkar 1. mai 2014 við 0,1 %, soleiðis at hon nú er 10 %. Hesar hækkingar svara til ein karm á 1,98 % fyrra árið og 2,25 % seinna árið.
Eisini er ein sersáttmáli gjørdur fyri alivinnuna, sum tryggjar røkt av laksi og smolti undir einum møguligum verkfalli.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald