Miðnámsskúlanæmingarnir, sum hava fingið seksualundirvísing farnu vikuna, lata sera væl at undirvísingini, og siga seg hava fingið nógv burturúr.
Næmingar hava millum annað sagt:
- undirvísingin varsogóð
- eg lærdi meira uppá ein blokk, enn eg lærdi gjøgnum allan fólkaskúlan
- eg haldi henda undirvísingin er viktig og man skuldi farið nógv longri niður í fólkaskúlanum, eisini longri niður, enn 7. flokk
- hetta er fyrstu ferð, eg havi fingið seksualundirvísing
Nú er aftur ein vika farin aftur um bak, har fyrsta árs næmingar á yrkis- og miðnámsskúlum og á Húsarhaldsskúlanum í Klaksvík hava fingið seksualundirvísing.
Tað er felagið Kyn, sum stendur fyri sjálvari undirvísingini.
Fyriskipararnir vóru eisini við úti á skúlunum við kunning og tilfari. Nógvir næmingar nýttu høvið at vitja básar okkara.
Spurningurin ???Heldur tú, seksualitetur hevur nakað við heilsu at gera???? setti tankar í gongd hjá næmingunum og vit fingu mangt gótt prát um, hvønn týdning t.d. kenslur hava á okkara heilsu.
Vit høvdu eisini eina kapping á Instagram, har næmingarnir kundu fara inn á ???Samtykki??? og gita, hvussu nógvar hítir vóru í einari glaskolbu. 223 næmingar tóku lut, og tríggir teirra gittu rætta talið, sum var 150 hítir. Tí var neyðugt at draga lut millum hesar tríggjar.
Tað var Sólja Kallsberg, sum gjørdist hepni vinnarin, og sum streyk avstað við vinninginum, sum var eitt gávukort á kr. 500.
Vit ynskja Sólju hjartaliga til lukku.
Sum fyriskiparar eru vit sera væl nøgd við móttøkuna á skúlunum og fegnast samstundis um, at felagið Kyn aftur í ár kundi skipa fyri undirvísingini.
Endamálið við Viku Sex er at menna seksualundirvísingina, tí holl vitan um kropp, kenslur, fyribyrging, mørk, rættindi og onnur seksuell evni hava jaliga ávirkan á, hvussu vit trívast.
Okkara viðmæli til myndugleikarnar á økinum er at fáa seksualundirvísing til at vera part av undirvísingini ígjøgnum allan fólkaskúlan og á miðnámi.
Fyriskipararnir,
Amnesty, Fólkaheilsuráðið, Føroya Politi og Almannamálaráðið/Sig frá!
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald