Ítróttur

Sarita Hansen fekk gull í lættvektsbólkinum

...

2019-02-24 23:12 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Føroysku rógvararnir hava gjørt um seg i HM kappingini í inniróðri, kappingin er í Long Beach California.

Sarita Hansen fekk gull í lættvektsbólkinum vi?? tí??ini 07:29.0.

Elsa Magnussen fekk silvur vi?? tí??ini 07:08.1.

Jens Kristian fekk bronsu í har??ati kapping um silvur - 0,7 sek aftanfyri

Bergur Robert Dam fekk silvur í sínum bólki Vit hava tíverri ikki tíðina.

Sera flott av øllum tykkum - hjartaliga tillukku.

Róðrarsamband Føroya skrivar í kvøld:

Ein góður sunnudagur nærkast sínum enda fyri føroysku rógvararnar í Long Beach í California.


Vit høvdu sett nakrar dagar av til at venja okkum við tíðarmunin, men tað er ikki so lætt. Flestu eru farin til songar eftir nátturðan, og so á fótum aftur um 4-5-tíðina á morgni:)Men hetta hevur ikki ávirkað tað góða lagið í hópinum, tíbetur.


Kappingardagurin um heimsmeistaraheitini hevur verið góður, har Elsa Magnussen og Sarita Hansen kappaðust fyrst. Elsa varð nr. 2 aftanfyri eina sera sterkan rógvara, men Elsa róði sína bestu tíð nakrantíð - 07:08.1. Hon luttók í bólkinum 27-35 ár.


Sarita, sum róði í lættvektsbólkinum 27-35 ár, vann við tíðini 07:29.0. Sarita fór nakað afturum fyrru helvt av róðrinum, men megnaði at halda sína ferð, meðan kappingarneytin byrjaði at dragna. Sjálv sigur Sarita, at hon kundi hugsað sær at róð skjótari, men hatta var ok.


Triði róðurin var við Jens Kristian Dam. Her var eisini ein sera sterkur rógvari við, sum skjótt legði hinar aftur um seg. Jens Kristian dystaðist um 2. plássið, men varð ov stuttur, tá kreftirnar gingu undan í endanum. Tíðin hjá Jens Kristian varð 06:42.2. Hann luttók í bólkinum lættvekt 43-49 ár.


Bergur Dam Jensen hevur eisini verið í kapping í dag. Bergur umboðar KÍF-kappróður og hevur sjálvu fingið ferðina í lag. Bergur gjørdist nr. 2 í lættvetsbólkinum 27-35 ár.

Um eina løtu verður kapping í 500 m spurti. Har fara rógvarnir eisini at royna seg. Hesar kappingarnar eru ikki uppdeildar í vektbólkar, so okkara lættvektarar fáa tað ikki lætt. Ein dagføring við hesum kappingunum kemur um eina løtu.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder