Ítróttur

Sara Samson Lamhauge fer at royna seg í italienskum kvinnufótbólti

...

2020-11-02 16:49 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

19 ára gamla sørvágskvinnan, ið seinastu 4 árini hevur leikt við HB kvinnum, hevur skrivað sáttmála við italienska kvinnuliðið Apulia Trani í Suðuritalien. Italienska fótbóltsfelagið hevur fylgt Saru síðani hon leikti á U17 landsliðnum, og fyri 14 døgum síðani kom so tilboðið um at koma til Trani at leika. Apulia Trani hevur verið í bestu kvinnudeilidini, men í løtunieru tær í seriu C. Felagið hevur fylgt gongdini og menningini hjá Saru, og ynskja nú at bjóða henni at verða við til at fáa kvinnurnar upp í betri deild aftur. Saman við Saru, hava 2 íslenskar og 3 amerikanskar somuleiðis skrivað sátmmála við felagið.

Sara fer til Italien í morgin og sleppur vónandi at leika sín fyrsta dyst við Apulia Trani longu 8.nov.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder