Ítróttur

Sannførandi sigur til Dávur

...

2020-09-27 09:05 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder
TSF.fo: Í gjár bleiv kappast um FM heitið í Einkultstarti. Meðan Velbastaður var karmur um Býarsúkklingina, so var Hvalvík og Saksun karmur um Einkultstartin.
Ein avbera góður teinur at kappast á, og samstundis avbera vakur teinur at koyra.

Aftur sera góð uppmøting og aftur ein flottur og tryggur sigur til Dávur Magnussen, sum við einari meðalferð beint undir 40 km/t, aftur í gjár vann FM gull. Hesa ferð í Einkultstarti.
Vit hava her á síðuni skrivað tað áður, og tað er ílagi, tí sigurin hjá Dávur verður enn flottari tá hugsað verður um, at Dávur sum tann einasti av tíggju teimum fremstu súkklarunum, ikki koyrur við TRI-boyla. Ein TRI-boyli ger, at súkklarin tekur nógv minni vind á seg, og sostatt verður ferðin væl hægri.

- Minnist at Dávur fyrr hvørki tímdi ella dámdi at koyra Einkultstart. Vit royndu at eggja hann, tí vit sóu skjótt, at hann sat gott á súkkluni, og at kreftirnar hevði hann nógvar. Tað gjørdist betur og betur, og á Oyggjaleikum í Gotlandi misti eg næstan málið, tá hann á einari læntari Einkultstartssúkklu, sum hann ongantíð hevði roynt áður, kom á mál stutt eftir vinnaran, sum var ongin annar enn Torkil Veyhe, sigur Gunnar Dahl-Olsen.
Sostatt var Dávur við til at vinna føroyska landsliðnum liðheiðursmerki á Gotlandi.
Gunnar, sum hevur fylgt Dávur í nógv ár, sigur, at Dávur venur, men hevði venjingin verið enn meira miðvís, so er ikki óhugsandi, at Dávur á komandi Oyggjaleikum kann vinna sær eitt pláss á sigurspallinum, í júst hesari súkklugrein.

Silvur til Helga
Helgi W. Olsen hevði somuleiðis ein góðan dag á súkkluni. Hóast hann fyri kortum hevur stríðst við krím, so var hann til dystin fúsur, og vann sær eitt flott annaðpláss.Tvær kappingar, og tvey silvur heiðursmerkir til Helga.

Góð uppmøting og spennandi var at standa á málinum og fylgja við tíðini, tí tætt var millum Helga, Jákup Petur Eliasen og Andrass Joensen. Meðan bert 19 sekund var millum silvurið og bronsuna, so vóru tað enn minni millum 3. og 4. plássið. 15 sekund vóru millum Jákup Petur og Andrass. Jákup Petur vann bronsu í Býarsúkklingini, og aftur í gjár megnaði hann at vinna sær pláss á sigurspallinum.

Tvær kvinnur kappaðust um FM heitið, og aftur í gjár átti Elsa Berg munin. Meðan Elsa Berg brúkti 37 minuttir og 4 sekund um teir 18 kilometrarnar, so súkklaði Rigmor Rasmussen teinin uppá 39 minuttir og 43 sekund.
Kvinnur og motiónistar koyrdi sama tein sum Opin Bólkur. Vinnari av motiónsbólkinum gjørdist Jens Mortan Rasmussen, sum brúkti 33 minuttir og 48 sekund um teinin.

??rslitið frá Einkultstartinum sæst her:

https://www.webscorer.com/racedetails?raceid=223279&fbclid=IwAR364UqU_EtoryDrKdyN12AGc4xRBw7sFJf00RQMpecR22tj30LY3-Rcp_8

Í dag klokkan 15 verður triðja og seinasta FM kappingin 2020 á skranni. Í dag verður kappast í Landavegsúkkling, og í dag verður byrjað í Havn, og so gongur leiðina annars norður gjøgnum Sundalagið. Komnir til Rundkoyringina áðrenn Norðskála tunnilin skiljast bólkarnir. Meðan kvinnur og motionistar súkkla moti Eiði, so súkklar Opin Bólkur gjøgnum tunnilin, til Finningsbotn, til Elduvík, har vent verður. Leiðin gongur síðan móti Funningsbotni, til Funning, og so gongur leiðin niðan á Eiðisskarð, har málið er.
Tað er tað eisini hjá kvinnum og motiónistum.

Allir súkklarar skulu hava lyktir við, og skulu møta á Vaglinum í Havn kl. 14.30.




Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder