Fríggjakvøldið og leygardagin 21 og 22. september verður sangskeið á Strondum.
Dámar tær at syngja í kóri? Kom við á sangskeið.
Í mong ár skipaði Heimamissión á hvørjum ári fyri sangskeiði í heystfrítíðini. Tá var sungið og vant í eina heila viku fram til eina konsert. Hesi skeiðini, sum vórðu hildin út við eini 30 ár, hava uttan iva ríkað sang-, kór- og tónleikalívið í Heimamissiónini nógv meir, enn vit geva okkum far um.
Sangskeiðið hevur nú verið í dvala í eini 10 ár, men í samband við at tað í ár eru 40 ár liðin, síðani sangskeiðini hjá Heimamissiónini byrjaðu, er hugskotið komið at hava sangskeið aftur, tó í broyttari útgávu.
Sangskeiðið, sum verður í nýggja stotuliga Missiónshúsinum á Strondum, byrjar fríggjakvøld og heldur fram allan leygardagin, tá endað verður við konsert. Konsertin verður í Missiónshúsinum á Strondum. ??tlanin er, at sangskeiðskórið eisini skal syngja á stórmøtunum hjá Heimamissiónini, sum verða í Klaksvík fyrsta vikuskiftið í november.
Á sangskránni hesar báðar dagarnar verða bæði lívligir sangir, men eisini meira traditionellir kórsangir. So her er nakað fyri øll. Kórleiðari á sangskeiðinum verður Ásbjørn Berthelsen. Aldursmarkið fyri sangskeiðið er 8. flokkur og uppeftir. Fyrireikararnir vóna, at tað verður sum á sangskeiðunum fyrr, at tað koma fólk í øllum aldri.
Tilmeldingin til skeiðið fer fram á mission.fo/tilmelding, har meir kunning eisini er. Freistin at melda seg er fríggjadagin 14. septembur.
Skrá
Fríggjadagur 21. september
18.00 Nátturði
19.00 Kórvenjing
21.30 Drekkamuður og hugni
Leygardagur 22. september
8-00 ??? 9.00 Morgunmatur
9.00 Kórvenjing
10.30 Steðgur
11.00 kórvenjing
12.00 Døgurði
13.30 Kórvenjing
14.30 Steðgur
15.00 Kórvenjing
16.00 Aðalroynd
17.30 Nátturði
20.00 Konsert
Ítróttur
Sangskeiðið hjá Heimamissiónini aftur á skránni
...
2018-09-10 20:56
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald