2020-04-14 15:07
Sandoyarstevnan, sum eftir ætlan skuldi vera í Húsavík 10.-12. juli, er avlýst.
At fyrireika stevnu á smáplássum krevur nógva fyrireiking og undir vanligum umstøðum stendur heldur ikki á at fáa bygdafólkið at geva sítt íkast.
Í ár er tó alt øðrvísi. Almennu tilmælini, um verju móti korona-smittuni, kunnu ikki væntast at broytast stórvegis tær komandi vikurnar, og við tí óvissuni verður ikki hildið verða ráðiligt at fara undir eitt so stórt tiltak sum stevnan er.
Tað eru ungmannafeløgini í Sandoynni, sum uppá skift hava skipað fyri sandoyarstevnuni 4. hvørt ár og í ár átti Ungmannafelagið Sólarris í Húsavík tørn at skipa fyri. Avgerðin at avlýsa stevnuna í ár er tikin í samráð við hini ungmannafeløgini í oynni.
Av somu orsøk er djóradagurin, sum eftir ætlan skuldi vera í Húsavík tann 30. mai er eisini avlýstur.
Ungmannafelagið Sólarris
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald