Ítróttur

Sandavágsmaðurin Jón á Steig, heiðurslimur í Parasport Føroyar

...

2018-03-09 20:09 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Sandavágsmaðurin Jón á Steig, heiðurslimur í Parasport Føroyar

Á samkomu í dag í MBF húsinum, varð Jón á Steig, sum var ein av stovnarunum av Ítróttasamband fyri Brekað, ÍSB, heiðraður og gjørdist heiðurslimur hjá Parasport Føroyar.

Jón stovnaði ÍSB í 1980, saman við Jógvan Jensen (Egga) og Eydis Ejdesgaard. Og hevur hann saman við Egga sitið í nevndini øll árini.

Á samkomuni í dag varð Jóhan Samuelsen, sum hevur sitið í nevndini í 35 ár, eisini heiðraður og gjørdist eisini heiðurslimur.

Egga helt mergjaðar røður fyri bæði Jón og Jóhan, har hann serliga kom inn á byrjanina og stovnanina av ÍSB, eins og hann takkaði teimum báðum fyri góða arbeiði teir høvdu gjørt fyri para ítróttina.
Hann tók eisini í ymsar hendingar, sum verið høvdu hesi mongu árini, bæði her á landi og uttanlands til Paralympisku leikirnar, har Føroyar hevur sjálvstøðugan limaskap og vóru ein av stovnarunum.
Føroyar hava tikið lut, undir Merkinum, og sum sjálvstøðug tjoð, á øllum paralymisku summarleikunum síðani stovnanina.

ÍSB hevur fyri kortum skift navn og ber nú heitið Parasport Føroyar.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder