Vinna

Samtakið Varðin besta úrslit nakrantíð hóast stórar avbjóðingar

...

2014-06-25 01:31 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Norðlýsið skrivar:

2013 var eitt sera gott ár hjá Samtakinum Varðanum í Gøtu. Hetta hóast stórar avbjóðingar ikki minst orsaka av at felagið var útihýst frá at selja til ES og harafturat í eitt tíðarskeið var útihýst frá at selja til Russland eisini.

P/F Varðin er móðirfelagið hjá feløgunum, sum rekur fýra uppisjóvarskip, P/F Hvamm, M/S Tróndur í Gøtu, P/F Krossbrekka, M/S Finnur Fríði, P/F Driftin, M/S Jupiter, Sp/F Gulenni, M/S Tummas T. Harafturat var Høgiklettur við í fiskarríðnum.

Móðurfelagið eigur 76,1 % í Varðin Pelagic á Tvøroyri og tí er samsvarandi hesum 76,1 % við í samtaksroknskapinum. Faroe Oregin er ikki við í samtaks roknskapinum tí Varðin eigur minni enn helvtina í felagnum.

Tøl sum tala:

Sølan í 2013 829 mió.

Sølan í 2012 513 mió. (Varðin Pelagic byrjaði ikki fyrr enn seint í 2012)

Rakstrarúrslit EBITDA í 2013 = 248 mió. (169 mió. í 2012)

??rslit áðrenn skatt 2013 = 176 mió. (91 mió. í 2012)

Netto úrslit (eftir skatt) 2013 = 131 (65 mió. í 2012)

Ein orsøk til at úrslitið í 2012 var 65 mió. vóru avskrivingar uppá skipini hjá Faroe Oregin

Rindaðu landskassanum 178 mió. kr. í 2013

Landskassin fekk beinleiðis 40% av yvirskotinum hjá Samtakinum .

Samtakið Varðin rindaði í 2013:

Skatt 37 mió. (harav 3 mió. er tilfeingisskattur).

Tilfeingisgjald 51 mió. kr.

Tilsamans rindaði Samtakið Varðin 88 mió. kr. í landskassan beinleiðis.

Lønir og hýrukostnaður var í 2013 kr. 179 mió.

Av hesum endar helvtin kr. 86 mió. í landskassanum.

Samtakið Varðin rindaði landskassanum 178 mió. í 2013

Draga vit tilfeingisgjøld frá so hevði Samtakið Varðin havt eitt yvirskot á 227 mió. kr. men úrslitið gjørdist 176 mió. kr. og sostatt kunnu vit staðfesta at 40% av yvirskotinum hjá Varðanum endaði í landskassanum.

Kelda: vardin.fo og Norðlýsið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder