Skal úrslitið frá havransóknarskipinum vera tað einasta, sum liggur til grund fyri stovnsmetingunum. Hava royndir frá veruliga fiskiskapinum einki at týða, spyr Kári P- Højgaard í einum §52a fyrispurningi til Jákup Vestergaard, landsstýrismann.
Í Føroyum hava vit valt at hava eina fiskidagaskipan, sum regulerar veiðitrýstið. Tað mest positiva við hesi skipan er, at tann veiða sum kemur á dekkið verður førd til lands og tískil eisini skrásett, mótvegis kvotaskipanini, sum revsar tann sum fiskar meir enn kvotan loyvir.
Vit hava harumframt tekniskar reguleringar og økisfriðingar. Stórur partur av landgrunninum er friðaður fyri trol og onnur øki eru friðaði alt árið fyri allari vinnuligari veiðu.
Føroya Banki hevur fingið frið fyri veiðu í nógv ár, men onki røkist fyri, at fiskastovnarnir eru komnir fyri seg, so hesin aftur verður opnaður.
Nú ganga søgur um, at smábátar sum hava fingið royndarloyvi, hava havt góðan fiskiskap. Eru søgurnar sannar, stendur ein spyrjandi, um tað bert skal verða úrslitið frá havransóknarskipinum sum liggur til grund fyri stovnsmetingunum.
Trolarar fóru yvir á Flammish Cap og fingu lítið av fiski. Fægstu høvdu væntað, at línubátarnir sum seinni fóru yvir skuldu fáa so gott fiskarí, sum teir uttan undantak fingu.
Fyrispurningurin:
· Hvussu leingi hevur Føroya Banki verið stongdur fyri vinnuligari veiðu, og eru nakrar ábendingar um, at friðingin hevur havt sjónliga positiva ávirkan á fiskastovnarnar .
· Á seinasta túri hjá Magnusi Heinasyni høvdu teir eini 29 hál og fingu umleið ein tosk í hvørja ferð. Sama søgan hevur verið í fleiri ár. Heldur landstýrismaðurin at royndin hjá Magnusi avspeglar allan veruleikan.
· Hvussu nógvir smábátar hava fingið royndarloyvi á Føroya banka seinastu trý árini. Eru avreiðingarseðlarnir tøkir og staðfesta hesir somu vánaligu støðuna, sum royndirnar hjá Magnusi Heinasyni.
· Nær var royndarloyvi seinast givið til skip at royna við gørnum eftir havtasku á Føroya Banka. Hvussu var fiskiskapurin tá, og er nøkur ætlan um framyvir at geva garnaskipi royndarloyvi við eygleiðara frá Havstovuni umborð.
· Er ætlanin at geva einum ella fleiri línubátum royndarloyvi á Bankanum, við eygleiðara umborð.
Kári P. Højgaard, løgtingsmaður
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald