Ítróttur

Samrøða við Inga Olsen venjara hjá VÍF-kvinnunum, sum eru steypavinnarar

...

2018-02-17 21:13 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Vit hittu Inga Olsen venjara hjá VÍF-kvinnunum, eftir at VÍF vann steypafinaluni í dag ímillum VÍF og Kyndil, har VÍF vann 23-19 á Kyndli, vit settu Inga Olsen nakrar spurningar.

Tillukku Ingi, hvat sigur tú um dystin í dag, nú tit eru vinnarar av steypakappingini og standa við steypinum?

Ingi: Eg vil siga tað, at frá okkara síðu var tað serliga verjuparturin sum var ótrúgliga stinnur, og stórtsæð í øllum dystinum halda vit eina verju, sum Kyndil ikki klárar at lirka upp, tað haldi eg er størsti munurin á liðunum í dag.

Hjá Kyndli var tað mestsum bara ein leikari, ið skoraði øll málini, í hvussu er teir fyrstu 40 minuttirnar, tá hevði hon skorað 10 av 11 málum um eg minnist rætt, hvat høvdu tit tosað um áðrenn dystin?

Ingi: Nei vit høvdu ikki tosað um at halda allar hinar niðri, vit høvdu eina verjuætlan, sum vit hildu fór at rigga, og hon riggaði til UG í dag, at Anna so rakar tríkantin og inn eini tvær ferðir og fær eina rúgvu av málum, tað er tað sum hendir, vit vistu væl, at vit ikki fóru at klára 100%, men at vit demma upp ímóti øllum teimum sum vit kenna, nú spæla vit ikki so nógv ímóti Annu, tí hon er nógv niðri, men hon spælir ein fínan dyst til fáa steðga tí eisini, so blívir tað tungt hjá teimum.

Hvat nú restina av kappingarárinum, hvat ætla tit nú?

Ingi: Ja aftaná at vit hava feiðra hettar saman við okkara áskoðarum í Vestmanna, so fara vit sjálvandi mánadagin at leggja til brots aftur í landskappingini, har liggja vit í tí støðu, at vit liggja fremst, so vit fara heilt sikkurt at fara eftir at koma í finaluna, so má tíðin vísa hvat hendir í finaluni.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder