Ítróttur

Samrøða við Hans Kára Hansen hjá H71 eftir steypafinaluna í móti Kyndli

...

2018-02-17 21:42 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Eftir steypafinaluna í dag millum Kyndil og H71, fingu vit orð á leikaran Hans Kára Hansen hjá H71, vit settu Kans Kára nakrar spurningar.

Hvat sigur tú nú tit taptu steypafinaluna ímóti Kyndli?

Hans Kári: Ja, Ja tað kann man ikki seta orð á, tað er ótrúðliga keðuligt, men eg haldi at tað betra liðið vann í dag. 

Hvat sigur tú um dystin?

Hans Kári: Dysturin var hart spældur, haldi eg, rímuliga høgt tempo, nei eg veit ikki, vit fingu einki at rigga í dag - hart spældur, tað er tað ið eg kann siga um dystin.

Tit fáa bara 17 mál, tað er sjálsamt hjá tykkum at fáa so fá mál, hvat baddi álopsspælinum?

Hans Kári: Vit fáa tað ikki at koyra, tað er tað stutta av tí langa, vit flyta okkum ikki fyri hvørjumøðrum, og so fáa vit ikki mál uppá okkara møguleikar - Joen Pauli í Kyndlamálinum stendur væl, so tað er í tíi stóra tað, men tað eru nógv ting sjálvandi, men í høvuðsheitinum er tað tað.

Tað er hart at spæla ein dyst har man er aftanfyri so at siga allan dystin.

Hans Kári: Ja vit renna aftaná allan dystin, ja tað er hart, vit koma niður á tvey mál og so missa vit tvey aftur, tað blívir alla tíðina aftur og fram, nei eg veit ikki, tá ið 10 minuttir eru eftir, tá er einki eftir hjá okkum.

Men hvat nú fara tit eftir FM í landskappingini?

Hans Kári: Jaja, eg hevði vilja selt steypakappingina fyri FM - um hetta kann geva okkum eitt spark fyri at vinna FM, so taki eg tað.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder