Ítróttur

Samrøða við Bartal Klein Olsen hjá Kyndli eftir at teir vunnu steypafinaluna

...

2018-02-17 22:38 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder
Vit hittu ein fegnan Bartal Klein Olsen úr Kyndli, eftir at teir høvdu vunnið steypafinaluna í kvøld ímóti H71, úrslitið gjørdist 24-17 til Kyndil. Vit settu Bartali nakrar spurningar.

Fyrst hjartaliga tillukku við sigrinum í steypafinaluni, kanst tú seta orð á hvussu tað følist?

Bartal: Túsund takk - nei hettar er fantastiskt, tað er altíð forbiðið stuttligt at spæla ímóti H71, og at vinna teir í steypafinaluni við hesum rammunum, tað er heilt fantastiskt - Og Jesus hettar er gott.

Rammurnar eru allarhelst tær bestu, sum nakrantíð hava verið, hvat sigur tú um tær?

Bartal:Hettar var ræðuliga stuttligt, øll vita hvussu nógvar áskoðarar hoyvíksingar hava, men okkara stóðu ikki aftanfyri í kvøld, nei eg veit ikki hvat eg skal siga - sigi bara at hettar var fantastiskt.

Tit vunnu tryggan sigur á H71 - hvat gera tit rætt?

Bartal: Vit hava eina fantastiska verju frá byrjan, teir komu ongantíð ígongd, og vit spæla okkara trygga spæl allan vegin ígjøgnum, tí vinna vit steypafinaluna við 7 málum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder