2019-05-04 20:59
RSF: Gevið gætur, at tíðirnar eru í sekundum komma hundrandapartar. Fyrr hevði RSF einans útgerð til at taka 25 myndir um sekundið. Og tí vórðu tíðirnar tá í 25'inda pørtum. Tí eru tær tíðirnar ongantíð meira enn komma 24. Seinnu fáu árini hava vit havt útgerð til at taka 50 myndir um sekundið. Og tí eru tíðirnar nú uppí komma 49. Skulu vit keypa útgerð, ið tekur 100 myndir um sekundið, kostar tað nær um eina millión. So har eru vit ikki rættuliga enn. Men í hesum tíðunum frá í dag havi eg (Petur í Gong) fyri egna rokning umroknað 50'indapartarnar til 100'andapartar. Altso bara ganga talið aftanfyri komma við tvey. Tí er ikki samsvar millum áður kunngjørd tøl og hesi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald