Ítróttur

Rúni hevur brákað rivjabein

...

2019-02-17 22:21 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Tá ið 14. minuttir vóru leiktir av seinnu hálvfinaluni millum Neistan og KÍF í kvøld fór Rúni Joensen av vøllinum við skaða. Rúni fór beint út á Landssjúkrahúsið.

Rúni fekk ein snudd í fyrru hálvfinaluni hósdagin, men spældi avlíkavæl í dag. Tá ið so ein neista spælari lendi á rivjabeinunum hjá Rúna fekk hann so ilt at hann mátti út við skaða, kanningin á Landssjúkrahúsinum vísti at Rúni hevur brákað rivjabein.

Rúni hopar uppá at spæla næsta dyst hjá KÍF, sum verður tann 3. mars í Klaksvík.

At Rúni Joensen fór av vøllinum hevði við sær, at KÍF misti ein sterkan verju og vong spælara. Rúni verjir á vinstra bakki, og spælir á vinstravongi. Av tí at Rúni verjir á vinstra bakki hevur við sær, at Hans Eli Sigurbjørnsson lættari kann renna í skjótálop, men við at Rúni fór út mátti Hans Eli bæði verja á vinstra bakki og spæla í álopinum á vinstra bakki, og tað darvaði skjóta Hans Eli at renna í skjótálop. 

Neistin vann 27-21 á KÍF.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder