Ítróttur

Rundir dagar á landsliðnum

...

2021-10-14 20:39 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

FSF: Landsdysturin móti Skotlandi týskvøldið gjørdist søguligur fyri Gilla Rólantsson Sørensen og Jóan Símun Edmundsson, ið nú hava spælt ávikavist 50 og 70 A-landsdystir fyri Føroyar.

Týskvøldið stóð føroyska A-landsliðið við monnum enn einaferð á gáttini til eitt av mongu stóru úrslitunum. Triðji javnleikurin mót einum sterkum skotskum landsliði var í eygsjón, og um tað ikki var fyri ein vælspælandi skotskan málverja eisini, var ein sigur als ikki óuppiborin.

Føroyar vóru greitt omaná stórar partar av dystinum, men í avgerandi løtum væntaði neyðugi neyvleikin og møguliga eitt sindur av hepni. Og hýrurin á áskoðaraplássunum kring vøllin gjørdist alsamt betri, sum dysturin leið.

Men tá fýra minuttir restaðu í av vanligu leiktíðini eydnaðist Skotlandi at fáa avgerandi málið, ið tryggjaði teimum ein sera tepran 1-0 sigur á Tórsvølli.

Vónbrotið var tí stórt á venjarum og spælarum eftir dystin, og á meginpartin av teimum 5.000 áskoðarunum ??? undantikið skotunum, sjálvandi ??? ið vóru á Tórsvølli hetta kvøldið.

Men hóast tap, so var dysturin serligur fyri Gilla Rólantsson Sørensen og Jóan Símun Edmundsson. Fyri Gilla var talan nevniliga um A-landsdyst nummar 50, meðan Jóan Símun nú er skrásettur fyri 70 landsdystir fyri Føroyar.

??? Hetta hevur verið ein fantastisk ferð higartil. Serliga á Tórsvølli er kenslan øgilig ??? áskoðararnir, ???Tú alfagra land mítt???, stemningurin ??? tað er heilt fantastiskt, og vónandi fái eg nakrar sovorðnar upplívingar afturat, sigur Gilli Rólantsson Sørensen.

Enn er tó nakað upp til dystarmetið á landsliðnum, ið Fróði Benjaminsen eigur. Frá 1999 til 2017 spældi toftamaðurin, sum í føroyskum felagsfótbólti hevur umboðað B68, B36, HB, Víking, NSÍ, og Skála 94 A-landsdystir fyri Føroyar, og skoraði 6 mál.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder