Mentan

Runavíkar kommuna útsetir mentanarviku

...

2020-04-21 13:28 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Runavíkar kommuna boðar við hesum frá, at árliga mentanarvikan er útsett. Nú almennu tilráðingarnar frá heilsumyndugleikunum, ið vórðu settar í verk fyri at tálma og basa koronasóttini, verða galdandi til 4. mai, er avgerð tikin um, at mentanarvikan verður í døgunum frá 23. til 30. august 2020.

Nógvu mentanartiltøkini verða sostatt útsett, og stóra konsertin við Mugison í Løkshøll er eisini flutt til 29. august. Mugison er eitt av kendasta nøvnunum í Íslandi í hesum døgum. Hann er vælumtóktur kring øll Norðurlond og víða um í heiminum.

Mentanarvikan verður sett sunnudagin 23. august í Skótahúsinum við Løkin. Verður tað mett at vera neyðugt samsvarandi broyttum fyritreytum og tilmælum frá heilsumyndugleikunum, verður ætlanin við mentanarvikuni 2020 viðgjørd av nýggjum, og fráboðan um eina aðra dagfesting kunngjørd. Nærri kunning um mentanarvikuna í Runavíkar kommunu er á visitrunavik.fo

Visit Runavík
apríl 2020.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder