Vinna

Royndarkoyringin av maskinunum á Pelagos eydnaðist væl

...

2014-08-11 13:24 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Leygardagin vóru maskinurnar á spildurnyggja uppisjóvarvirkinum Pelagos í Fuglafirði royndarkoyrdar - royndarkoyringin eydnaðist væl.

"Tað hevði stóran týdning at royndarkoyringarnar gingu væl, tí tað hevur við sær, at tíðarætlanin hjá okkum heldur, og at virkið kann byrja at virka fisk í næstu viku", sigur stjórin Jóhan Páll Joensen við KVF.

Maskinaríið hjá virkinum, sum millum annað vigar, reinsar, sker og pakkar fiskin, er sera stórt. Í royndarkoyringunum leygardagin varð fiskur spakuliga koyrdur ígjøgnum maskinurnar, og nakrar eftirjusteringar skulu gerast.  

??tlanin er at Pelagos skal taka ímóti 45.000 tonsum av uppsjóvarfiski, og virkið megnar at taka ímóti 650 tonsum um samdøgrið. Byrjað verður við at framleiða heilfrystan makrel. 

Tørvur verður á 70-80 fólkum til at arbeiða á virkinum, og stórur áhugi hevur verið fyri størvunum, tí virkið hevur fingið einar 130 umsóknir, sambært stjóranum.

??tlanin er at seta fólk í næstu viku, sigur Jóhan Páll Joensen. 

Pelagos hevur kostað góðar 220 milliónir kr. at byggja.  

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder