2021-12-12 23:07
07 Vestur og Ronni Møller-Iversen hava undirskrivað sáttmála og Ronni flytir sostatt vestur at spæla. Magnus Powell ger nakrar broytingar á liðinum, og, við Ronni Møller-Iversen, er hol komið á.
Magnus Powell hevur staðið á odda fyri 07 Vestur-liðinum, ið gjørdi øllum serfrøðingum fyri skommum, tá teir endaðu á 6. plássið eftir sera spennandi endaspurt, Men máið er sjálvsagt at vinna enn longur upp á stigatalvuna, og tá krevst ein sterkari hópur. Við Ronni Møller-Iversen er fyrsti styrkurin komin í hús.
27-ára gamli danin kom annars til KÍ í 2018 og leikti nærum hvønn dyst undir Mikkjal Thomassen. Hóast hetta flutti hann inn á Skála, har hann, næstu tvey árini, var ein av lyklaleikarunum. Tá Skála so flutti niður í fjør, vóru boð eftir Ronni norðuri á Eiði, har hann, við 27 landskappingardystum í ár, varð ein av týðningarmestu leikarunum hjá kappingarneytum okkara.
Í alt hevur Ronni, hesi fýra árini í Føroyum, leikt 95 dystir í Betri Deildini, umframt 9 í steypakappingini. Hann hevur skotið 15 mál, tað skrivar 07Vestur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald