2014-04-15 16:10
Slættaberg og Christian í Grótinum landa í Fuglafirði, báðir eru fullfermdir. Teir hava roynt vestur úr Hebridunum, har øll hini føroysku skipini eisini royna.
Slættaberg kom á Fuglafjørð í morgun við 1.700 tonsum og Christian í Grótinum kemur seinni í dag við 2.000 tonsum, Christian í Grótinum sleppur framat at landa tá ið Slættaberg er liðugur á midnátt.
Christian í Grótinum var á feltinum í eitt knapt døgn, teir høvdu 5 tov.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald