Ítróttur

Róðrarfelagið Knørrur er eitt trygt róðrarfelag

...

2017-10-25 20:06 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

??? viðmerkingar til vestamálið hjá nøkrum av vaksnu rógvarum okkara

Í sambandi við mál, har nakrir av rógvarunum á tíggjumannafarinum Orminum Langa hjá Róðrarfelagnum Knørri eru farnir rættarvegin við bót, sum teir hava fingið fyri ikki at rógva í vesti, hevur Róðrarfelagið Knørrur hesar viðmerkingar:

Róðrarfelagið Knørrur leggur stóran dent á, at allir rógvarar felagsins fara tryggliga fram í báti.

Hetta merkir t.d., at teir vísa neyðugan sjómansskap í eini og hvørjari støðu, hava fyrilit fyri vindi og sjóvarfalli og ansa eftir øðrum ferðandi á vágni.

Hetta merkir eisini, at teir nýta neyðuga trygdarútgerð. Í Róðrarfelagnum Knørri er tað ein treyt, at allir rógvarar, sum eru undir 18 ár, nýta bjargingarvest. Eingin sleppur út uttan, og foreldur kunnu tískil trygt lata børn síni rógva í Róðrarfelagnum Knørri.

Felagið mælir eisini støðugt til, at allir rógvarar yvir 18 ár somuleiðis nýta bjargingarvest. Í flestu førum gera teir tað, og tað fegnast vit almikið um, tí tað er politikkur okkara.

Sum lið í trygdararbeiði felagsins útvegaðu vit t.d. í fjør 30 nýggjar og altjóða góðkendar vestar, soleiðis at allir rógvarar í Róðrarfelagnum Knørri kunnu venja og virka undir tryggum viðurskiftum.

Vit kunnu í hesum sambandi nevna, at vestarnir, sum higartil hava verið nýttir nógvastaðni, ikki verða mettir at vera nóg tryggir av fakfólki, m.a. tí at teir eru soleiðis innrættaðir, at andlitið á rógvaranum kemur at venda niður í sjógvin, tá ið teir blásast upp. Tí skiftu vit í Róðrarfelagnum Knørri til tryggari vestar.

Vit kunnu somuleiðis nevna, at um stutta tíð verða allir bátar hjá Róðrarfelagnum Knørri útgjørdir við ljósi, sum teir kunnu tendra, um tað verður myrkt, ella um sýnið aðramáta ikki er nøktandi. Hetta er gjørt eftir samskifti, sum Róðrarfelagið Knørrur hevur havt við yvirmenn á Strandferðsluni og onnur, sum ferðast á vágni. Eydnast hetta væl, kann tað fara at gerast føst útgerð á øllum kappróðrarbátum.

Alt hetta ger Róðrarfelagið Knørrur við tryggleikanum í huga. Ikki bara sambært lógina, men í summum førum eisini framman fyri lógina.

Viðvíkjandi aktuella málinum um vestanýtsluna hjá nøkrum av vaksnu rógvarum okkara, kunnu vit sum felag ikki gera so nógv við tað. Tað stendur millum Vørn og hvønn einstakan teirra, soleiðis sum lógin fyriskrivar, at slíkt mál skal avgreiðast.

Felagið virðir integritetin hjá hesum monnum, og kunnu teir vera við til at nuansera samskiftið um evnið, so er nógv vunnið. Sum felag høvdu vit tó í staðin mælt til, at RSF, Vørn og róðrarfeløg funnu saman, so at arbeiðið við at menna trygdina í føroyskum kappróðri verður framt sum best, øllum at gagni.

Tí hugburðurin hjá Róðrarfelagnum Knørri til tryggleika er óreingiligur. Vit skulu vera trygg og vísa fyrilit í øllum viðurskiftum á báti. Ert tú sum rógvari hjá Róðrarfelagnum Knørri undir 18 ár, so er tað eitt krav at nýta bjargingarvest, og millum tey vaksnu eru tað eisini eftirhondini tey allarflestu, sum nýta hann.

Tað fegnast vit um.

Vinarliga,
Sámal Kristiansson,
formaður í Róðrarfelagnum Knørri

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder